Eitt lið hevur klárað tað verri

Úrtøkan hjá ÍF eftir 19 umførum er ikki tann ringasta í nýggjari tíð

Fyri fuglfirðingar er talan í ár um eitt heldur vánaligt kappingarár í mansfótbólti, har bæði besta og næstbesta liðið liggja niðast í sínum deildum eftir 19 umfør. Effo-liðið hjá ÍF hevur einans megnað at skavað seks stig saman teir fyrstu 19 dystirnar í Effo-deildini.

 

Men hóast vánaligu úrtøkuna, er talan ikki um ringasta úrslitið í Effo-deildini nakrantíð eftir 19 umførum. Ringasta úrslitið í Effo-deildini nakrantíð eftir 19 umfør finst í 2012, tá FC Suðuroy einans hevði trý stig eftir 19 umførum. Næstringast er so ÍF við seks stigum fyri 19 umfør í ár, meðan EB/Streymur í 2015 og B68 í 2016 bæði høvdu sjey stig eftir 19 umfør.

 

Talan er um hagtøl galdandi frá 2005 til 2017. Orsøkin til at hagtølini eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið er tí at kappingin í 2005 fór frá 18 til 27 umfør í bestu deildini.

 

Fyri eitt heilt kappingarár við 27 umførum, eigur B68 ringastu úrtøkuna í nýggjari tíð. B68 fekk í fjør einans sjey stig samanlagt, meðan FC Suðuroy í 2012 hevur næstringastu úrtøkuna. FC Suðuroy fekk níggju stig tað kappingarárið.