Í lítla ritinum Frit Norden hjá felagsskapinum við sama navni prenta teir ikki minni enn tvær greinar við sigandi heitunum »Giv Færøerne samme overgang som Danmark har krævet af EU« og greinina »Ordene ?Fælles valuta? vil gøre eurofolkeafstemningen ulovlig«. Um ríkisfelagsskapin sigur hann her: »Med det kunstige udtryk rigsfællesskabet, som de danske politikere selv har skabt, og aldrig er blevet afgjort, om det betyder et fællesskab mellem tre selvstændige områder.« Greinirnar eru tiknar frá www. torshammer.d. /enmandsavisen, sum Poul Erik Søe skrivar. Fyrra greinin byrjar við: »Vi har selv kæmpet som vilde for at komme lempeligt ind i EF og det indre marked« og mælir so dønum til at geva føroyingum somu treytir, sum teir hava fingið frá ES. Miðjan av greinini má siterast í fullum líki:
»De to danske partier Socialdemokratiets og Venstres helteagtige indsats for danske overgangsordninger skulle kalde på forståelse for de færøske ønsker. Men netop Socialdemokratiet og Venstre er ikke uvildige i forholdet til det færøske folk. Netop de to danske partier spiller sammen med deres søsterpartier på Færøerne. Det danske socialdemokrati spiller de færøske socialdemokraters spil, og de færøske socialdemokrater har altid villet samhørighed med Danmark. Venstre spiller det færøske Sambandsfpartis kort ? og Sambandspartiet har jo ligefrem sambåndet, rigsfællesskabet, i sit navn. Netop Nyrup Rasmussens regering sidder udelukkende på den ene socialdemokratiske stemme fra Færøerne. I alle andre sager i samfundet ville Nyrup Rasmussen blive kendt uvildig og ville have været nødt til at holde sig uden for døren, mens forhandlingerne foregik. Men han optræder brovtende, som om han er Danmarks stemme, skønt han alene snakker for sin egen syge moster og med sin korte overgangsordning vil jorde færingernes selvfølgelige ret til selvstændighed.
Og Venstres Anders Fogh Rasmussen ved fra sidste valg, at det netop var stemmerne fra Færøerne, som var afgørende for, at Venstre ikke kom i regeringen, og at hverken Uffe Ellemann-Jensen eller Anders Fogh Rasmussen blev ministre. Det er ikke så sært, at de to gange Rasmussen taler med samme tunge om Færøerne.«
Jógvan Sundstein brúkti sama málburð í sínum frálíka svarið upp á á spurningar frá Jan Müller í Sosialinum herfyri. Og greinin endar:
»Det er en grum krænkelse af det færøske folk, at især Danmarks to største partier synes at have overtaget den færøske valgkamp og omformer Danmarks selvfølgelige hjælpsomhed ved et selvstændigt lands fødsel til en grov ydmygelse af et folk, der i troskab har været fælles med os gennem seks hundred år.«
»At have overtaget den færøske valgkamp«. Júst so. Uttan hjálp og stuðul frá danska Javnaðarflokkinum var »Hin føroyski javnaðarflokkurin« ikki til. Kanska er tað ov nógv at forlanga, at teir skulu vera fyri fullveldi.
Men fullveldisfólk fylkist. Nú er at liggja á takinum. Vit hava tíðina fyri okkum og við okkum. Danir eru avdúkaðir og Hin føroyski javnaðarflokkurin somuleiðis.
Demokratiið í Føroyum hevur altíð verið við mpp hjá Hinum føroyska javnaðarflokkinum. Kanska er tað tí, teir í tíð og úrtíð tosa um demokrati.
Vilt tú hava fult og óskert demokrati í Føroyum, mást tú vera fyri fullveldi.
Steinbjørn B. Jacobsennskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.
Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.
Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.
? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.
? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking