Eitt orð er eitt orð ein maður ein maður

Í farnu viku var ein samrøða í degi og viku við Tingmennirnar í Vágum um kostnaðin av at nýta tunnilin undir Vestmannasundi, nú hann stendur liðugur um slakar 3 mánaðar, ordini hjá Marius Dam høvdu fingið ilt í fleiri tingmenn, og var málburður sum órealistiskur, óseriøsur varpaður inn í sjónvarpsstovuna hjá fólki.

Mikudagin 10.07.02 vóru umboð fyri kommunurnar, saman við fjølmiðlunum boðnar á tiðindafund hjá P/F Vágatunnilinum á ellisheiminum í Miðvági, rúmi var karmur um eina framsýning sum kallaðis samferðsla til Vágarnar, ein sera áhugaverd framsýning nú Vestanstevnan stundaði til, tey flestu sum mótt vóru til fundin høvdu gjørt sær sínar tankar hvat fór at verða almannakungjørt.
Nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilinum greiddi frá arbeiðsgongduni, og kundi upplýsa at tunnulin lat upp 26.11.02 kl.11.00. 6-7 mánaðar áðrenn tíðuna. Síðan fingu tíðindafólkini møguleika til at seta spurningar, og var tað týðuligt at prísspurningurin var tað sum hevði tann størsta áhugan, men hvussu tú bendi og snaraði spurningunum so fekst einki at vita.
Sjálvandi eru øll fegin um at arbeiði hevur gingið val, og at tunnulin kann takast í brúk 7 mánaðar áðrenn tíðina, men spurningurin um hvat gjaldi verður stendur enn ósvaraður, og er hettar ein týdningarmiklari og meira avgerandi spurningur en dagurin hann skal takast í nýtslu, hesin spurningur ørkymlar fólk nú leysasøgurnar byrja at ganga um høgar prísir, hettar kunnu vit bert takka nevnduni fyri Vágatunnilinum fyri, tá tað 10.07.02 kundi almannakunngerast hvussu arbeiði hevði gingist og at tunnulin lat upp november einar 7 mánaðar áðrenn tíðina so visti man eisini ein vegleiðandi nýtsluprís
Tá Landstýrismaðurin í samferðslumálum sigur at polittikararnir eiga at halda seg burtur, tí talan er um ein nevnd sum hevur fingið eina bundna uppggávu, so er tað ikki minni ørkymlandi, tá hugsa verður um samferðslu kring oyggjarnar í dag, samferðsla hevur altíð havt ein tídðandi leiklut í tíð politiska orðaskiftinum her kunnu politikkarar til ein og hvørja tíð koma vid uppskoti um hækkan ella lækkan av tænastustøgið. Fyri Vágatunnulin er tað ein nevnd sum hevur eina bundna uppgávu á handilsligum grundarlagið, men sum kanska ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri teimum samfelagsligu viðurskiftinum, men meira fyri teimun fýggjarligu, og fyri at gerða tingini eitt sindur meira fløkt, so er tað eingin sjálvfylgja at nevndin í Vágatunnulinum er tann sama sum í Norðoyatunnilinum, og um so var, at talan var um hvør sína nevnd, kundi afturgjaldstíðin og nýtsluprísir havt ymiskar uppfatanir.
Út frá nøkrum sum her er nevnt, er spurningurin um politiska ábyrgdin við hesum nýggju modellum verður flutt, og um tíðin ikki er komin aftur til tíð fyrrverðandi samferðslunevndina, serliga tá hugsa verður um at á yvurtøkulistin hjá Landstýrinum stendur alt innan flúgving.
Ein afturvendandi spurningur av fjølmiðlunum, hvussu kemur tunnulin at ávirka Vágarnar, hesin spurningur er torførur at svara uppá so leingi í nevndin fyri Vágatunnulin hevur kortini tætt inn at sær, hvussu verða prísirnir fyri vinnulívið, verður hettar kappingaravlagandi, hvat verður prísurin fyri tey sum skulu til ella av oydni til arbeiðis, ella okkara ungdómur sum allur má av oydni til víðari skúlagongd, men sum nú kundi hugsa sær at búð heima.
Undirritaði er ein av teimum nógvu Vágafólkunum, sum haldi fast vid nýtslugjald, eitt ord er eitt ord ein maður ein maður soleiðis plagar at verða tikið til. Hettar var einasti møguleiki fyri føstum sambandi um Vestmannasund sum fyrstu ferð bleiv lagt framm á tingið fyri 24 áðrum síðan av Wilhelm Nielsen og Haldor Hansen Sála, men at Vágafólk hava sagt at tey skulu gjalda rækstur av tunnlinum ljós, ventilatión,pumpur ella kavarudding av vegastrekkinum, ella tað sum verri er mvg oman á nýtslugjaldi, tað er ókent.
Vit eiga ikki at gloyma tann góða stuðul ið viðgerðin av undirsjóvartunnilinum um Vestmannasund fekk frá Nordoyatingmonnum, skal undirsjóvartunnulin til Norðoyggjar blíva verðuleikið, og ikki fáa somu lagnu sum tunnulin um Vestmannasund fekk í sínari tíð, má talan verða um nýtslugjald, og skal útjagarin ikki stuðla hvørjum øðrum, ja hvar skal hann so koma frá, men skuldi Norðoyartunnulin fingið trupulleikar, sum eg ikki vóni, so liggur svarið í einari bólgnaðari fíggjarætlan saman við einum í so nógv skerdum blokki, tað uppskotið eigur so ikki Marius Dam. Og um mann heldur at nýtslugjaldið bert verður í afturgjaldstíðuni, fer mann skeivur, men hesin spurningur má standa til tað tíð hvør í so tá livir.
Lat ikki hesa stórhending sum byggitekniskt er ein sukse nú hon stendur liðug, blíva til eina fiasko nú hon skal takast í brúk.