Eitt sindur bíligari at verða barnafamilja í Vági

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 29. nov. 2021 fíggjarætlanina fyri 2022.

 

Neyv fíggjarstýring hevur gjørt tað gjørligt, at geva barnafamiljum í Vágs kommunu ein hægri barnafrádrátt. Í 2022 verður barnafrádrátturin hækkaður við 500,00 krónum pr barn, so hann frá 1 Januar 2022 verður 6000,00 kr pr. barn. At hækka barnafrádráttin kostar Vágs Kommunu 164.000 kr. Men hetta er neyðugt, um okur vilja hava ungar familjur at búleikast í Vági. Skattaprosentið fyri 2022 verður tað sama sum í 2021 21,50% sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

 

 

 

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

 

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2022 mettar at verða tilsamans 67,3 mió. kr. og er hetta umleið 1 mió. kr. hægri enn fíggjarætlanin fyri 2021. Inntøkurnar fevna serliga um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við at eldraøkið varð flutt til kommunurnar at umsita í 2015.

 

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2022 mettur at kosta umleið 58,8 mió. kr. Hetta er umleið 1,7 mió kr hægri enn í 2021. Økingin stavar í mestan mun til lógarkravdar útreiðslur innan Eldraøkið og Barnavendartænastuna, sum Vágs Kommuna samstarv um, saman við hinum kommununum í Suðuroynnni. Raksturin av sjálvari kommununi, sum kommunan sjálv skipar fyri, økist ikki í 2022 í mun til 2021.

 

Vágs kommuna fer í 2022 at rinda 2,0 mió. kr. aftur í skuld. Renturnar eru í 2022 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.

 

 

 

Raðfestingar í 2022

 

Vágs kommuna fer í 2022 at gera íløgur fyri 5,46 mió. kr.

 

Stórur partur av íløgunum í 2022 verða á tekniska økinum, har m.a. til asfaltering, framhald av nýggju vegaføringunum í Brekkubø, parkingspláss norðanfyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla, umframt busslumma sunnan fyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla. Við hesum ætlar Vágs kommunu at betra parkerings- og ferðsluviðurskiftini við Vágs Skúla í 2022.

 

Hildið verður áfram at uppraðfest mentanar- og trivnaðarøki. Peningur er sett av til framhald av Fiskaplássinum á Løðhamari sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs Kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki. Vágs skúli skal dagførast innan og uttan við tað at peningur er settur av til hølisviðurskifti, teldur innbúgv, dagføringar av túni og nýtt undirlag skal leggjast á spæliplássið við Vágs Skúla. Somuleiðis skulu dagføringar gerast á VB høllina við máling og wc til rørðslutarna, umframt nýggj ledljós í Vágs Høll. Íløgan til ledljós í Vágs Høll, sparir seg inn aftur eftir 3 árum.

 

Stórt trýst er á barnaansingina og tí verður fyrireikandi arbeiðið gjørt til at byggja út barnagarðin Eikilund umframt at dagføringar skulu gerast á Ungdómshúsið UDB, har tak skal skiftast og ljóðviðurskiftini inni skulu betrast.

 

Á havnaøkinum skulu gerast dagføringar á oljukajuna á Oyrunum, eisini skal bátahylin á Oyrinum dagførast, har ætlanini er at dýpa bátahylin og aðrar betringar skulu gerast.

 

Millum raðfestingarnar er eisini stovnan av nýggjum vasking og reingerðings tilboð til eldri borgarar (67+) í Vágs Kommunu. Økjast skal um tilboð og møguleikar í Páls Høll og Marghøll, sum vilja skapa fleiri inntøkur til hallirnar.

 

Í ár kundi Vágs Kommunu saman við SEV feira 100 ár dagin fyri el verkium í Botni við eini ljósfest og er peningur settur av í 2022 til enn eina Ljósfest sum eftir ætlan skal fevna um eitt tónleika og mentunartiltak.

 

Bjarni Johansen,

 

borgarstjóri