Verða skrivstovufólkini, og tey, sum eru lærd upp í miðfyrisitingini, offrað uttan fyrilit, so at akademikarar kunnu yvirtaka størvini, kann almenna fyrisitingin verða stóri taparin. Tað heldur Starvsmannafelagið, nú ætlanin er at umskipa almennu fyrisitingina.
Starvsmannafelagið vísir á, at ein stórur partur av starvsfólkunum í miðfyrisitingini eru limir í Starvsmannafelagnum og felagið stúrir fyri framtíðini hjá hesum fólkunum. Tilsamans hevur Starvsmannafelagið 75 limir, sum arbeiða í miðfyrisitingini og tey eru býtt soleiðis ímillum aðalráðini: Almanna- og Heilsumálaráðið: 29 Mentamálaráðið: 17 Løgmansskrivstovan: 9 Fiskimálaráðið: 7 Vinnumálaráðið: 6 Innlendismálaráðið 5 Fíggjarmálaráðið: 2
- Vit mæla staðiliga frá, at hesi starvsfólk og førleikar teirra fyrilitarleyst verða skúgvað til viks til frama fyri aðrar starvsbólkar, sigur Starvsmannafelagið, nú tað hevur sagt sína meining um ætlanina at enduskoða almenna bygnaðin.
Les eisini: Ávara staðiliga ímóti ætlan hjá samgonguni
Felagið vísir á, at í seinastuni hevur rákið uttanlands verið at fylla almennu fyrisitingina við akademikarum.
Hetta kann verða eitt tvíeggjað svørð, tí í fyrstu atløgu verða størv mannað við fólkum, sum bókliga eru ov væl skikkað til størvini og sostatt verður dýr arbeiðsmegi ikki gagnnýtt til fulnar.
Starvsmannafelagið heldur eisini, at ein almenn fyrisiting, sum er full at akademikarum, er viðbrekin, tí tey fólkini hava lætt við at søkja sær onnur størv, tá ið lønin og umstøðurnar tala fyri tí. Verða skrivstovufólkini, og tey, sum eru lærd upp í miðfyrisitingini, offrað uttan fyrilit til frama fyri akademikarar, kann almenna fyrisitingin verða stóri taparin.
Starvsmannafelagið setir tískil álitið á, at verður miðfyrisitingin umskipað, verður tað gjørt við umhugsni og uttan at gera seg inn á tey rættindi, starvsfólkið hevur.
|