Eiturkoppar hava leingi verið gott lesitilfar, og tað er javnan, at miðlar - bæði stórir og smáir - hava ymiskar søgur um eiturkoppar. Hetta er líka sum vorðið afturvendandi lesitilfar.
Á netinum liggur eisini ymiskt tilfar at lesa um, hvørjir eiturkoppar eru vandamiklir, og hvørjir ikki eru tað. Onkur sløg av eituri geva nógva pínu, onnur ikki í sama mun.
Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen liggur lítil søga um tveir eiturkoppar, sum Hanna Joensen á Sandi hevur funnið. Hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Sandoynni.
- Hetta eiturkoppaslagið er funnið á flestu oyggjum í Føroyum, men hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Sandoynni. Hanna Joensen fann hesar á Sandi hin 4. september í ár.
Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen verður upplýst, at hesin eiturkoppurin, sum nú eisini er funnin í Sandoynni, kallast Tegenaria domestica - og á donskum "den lille husedderkop".