Elbilar á skránni hjá Løgtinginum í dag

Tað eydnaðist ikki at avgreiða øll málini, sum stóðu á skránni hjá Løgtinginum í gjár

Tí er tingfundur aftur klokkan 10 í morgun. Men tingfólk komu ígjøgnum 1. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini í gjár, men málini um elbilar og hybrid bilar vórðu ikki avgreidd og er flutt á skránna til løgtingsfundin í dag. Tað eru tvey tey fyrstu málini, sum snúgva seg um tað.

 

Triðja málið er um partabrøvini hjá landinum í P/F Tjaldur, sum eru sett til sølu. Tað skal Løgtingið góðkenna. Inntøkan hjá landinum fyri partabrøvini er netto 15,8 milliónir krónur, hevur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálinum sagt fíggjarnevnd Løgtingsins.

Skráin til tingfundin klokkan 10 er hendan:

1)    2. viðgerð LM-040/2022 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarlig motorakfør og avgjaldsjavnseting av bensin- diesel- hybridakførum)

2)    2. viðgerð LM-041/2022 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)

3)    2. viðgerð LM-042/2022 : Uppskot til broyting í løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023

4)    Framløga

Viðmerkingar    LM-040 og 041/2023 verða viðgjørd undir einum