Nú væntar bilvinnan, at ein millión elbilar verða á donsku vegunum longu næsta ár.
Elbilar halda vinna støðugt fram í Danmark.
97 prosent av øllum nýggjum bilum, sum privatfólk keyptu í juli, vóru elbilar. Tað vísir ein uppgerð frá vinnufelagsskapinum Mobility Denmark.
Hetta er samstundis hægsti parturin av elbilum í privatu bilsøluni nakrantíð.
– Elbilurin er vorðin tað natúrliga valið hjá nærum øllum dønum, tá teir keypa nýggjan bil. Tá 97 prosent av nýggju privatu bilunum eru elbilar, vísir tað, hvussu langt grøna orkuskiftið á biløkinum er komið, sigur Mads Rørvig, stjóri í Mobility Denmark.
Sambært honum er stóri eftirspurningurin millum annað ein avleiðing av lægri skrásetingargjaldi á elbilum.
Vinnufelagsskapurin metir, at ein millión elbilar fara at koyra á donsku vegunum í 2027. Tað svarar til umleið triðja hvønn persónbil.
Í dag eru umleið 20 prosent av persónbilunum í Danmark elbilar.
Tað er Tesla Model Y, sum er tann mest útbreiddi elbilurin í Danmark. Næstir koma Volkswagen ID.4 og Tesla Model 3.
Sølan av elbilum hevur verið støðugt vaksandi í fleiri ár, og í 2025 vóru tveir av hvørjum trimum nýggjum bilum elbilar.
Kortini óttast Mads Rørvig, at sølan kann minka eftir ársskiftið, tá skrásetingargjaldið á elbilum eftir ætlan hækkar.
– Ein stjórn, sum kallar seg ta grønastu nakrantíð, eigur ikki at hækka avgjaldið, men heldur at strika tað varandi til gagns fyri veðurlagið og umhvørvið, sigur hann.
Mobility Denmark umboðar millum annað bilframleiðarar, bilinnflytarar og fyritøkur, sum reka løðistøðir.
Føroysku sølutølini fyri bilar í juli er ikki klár frá Akstovuni enn, so vit fáa ikki samanborið við tey donsku. Men í Føroyum er skrásetingargjaldið á elbilar hækkað, og aftan á næsta ár fellur frádrátturin burtur, soleiðis at elbilar rinda skrásetingargjald á sama hátt sum bensin- og dieselbilar.
Tað eru nógv færri elbilar í Føroyum í mun til í Danmark. Her er tali av elpersónbilum um 10 prosent sambært seinastu hagtølunum frá Akstovuni, sum eru ein mánað gomul.











