Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge vardi málið hjá Strømsgodset, ið spældi dyst á útivølli móti gamla føroyingaliðnum, Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Mattias helt málið reint, og hevði nakrar góðar bjargingar í dystinum sum Strømsgodset vann 2-0. Bæði málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Victor Dedes skoraði fyrra málið í 59. minutti, og Sebastian Pingel økti til 2-0 í 77. minutti.
Pingel hevur skotið 14 mál hetta kappingarárið, og hann er higartil næstbesti málskjúttin í deildini.
Strømsgodset er næstfremst í deildini við 32 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, Kongsvinger, og eru eitt stig frammanfyri Haugesund. Stabæk hevur 30 stig á fjórða plássinum, so talan er um eitt hart oddastríð.
Sunnudagin 9. august klokkan 16 hevur Strømsgodset dyst á heimavølli móti Egersund.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Bryne-Strømsgodset 0-2 (0-0):
##med2##











