Songkvinnan Tórfríð Tavsen úr Sørvági hevur seinnu árini útgivið fleiri sangir og havt nógvar framførslur til ymisk tiltøk.
Hon skrivaði sera vakra sangin "Fevn meg", sum hon gav út í 2019, og síðani hevur hon útgivið fleiri sangir, sum hava verið nógv spældir í útvarpi.
Tann seinasti er sangurin um Huldukonuna, sum hugtakandi video er gjørd til. Hon sæst niðanfyri.
Tórfríð Tavsen hevur fyrstu konsertina á ársins Summar Festivali. Hon spælir á Torginum hóskvøld klokkan 19.
##med2##











