Klokkan 11.25 fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur er í einum lastbili umleið ein kilometur inni í tunlinum. Sløkkilið, ambulansi og politið bleiv beinanvegin sent á staðið.
Sum skilst er sera nógvur roykur á staðnum og tí verða øll óviðkomandi biðin um at halda seg burtur frá økinum, sigur politiið. Men tey siga, at annars vita tey ikki meiri, sum støðan er nú.