Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur á Telegram í nátt, at eldur kom í stjórnarbygningin, eftir eitt russiskt dronuálop, sum síðan gjørdist til eitt rakettálop

Eldur í ukrainska stjórnarbygninginum eftir álop

- Umframt eitt smábarn, sum læt lív, læt eisini ein ung kvinna lív í russisku álopunum í nátt, skrivar borgrstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á Telegram

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur á Telegram í nátt, at eldur kom í stjórnarbygningin, eftir eitt russiskt dronuálop, sum síðan gjørdist til eitt rakettálop

Eitt smábarn er millum tey, sum eru dripin í russisku álopunum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt. 18 fólk eru løstað, og eldur er í fleiri bygningum, eitt nú ukrainska stjórnarbygninginum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur á Telegram í nátt, at eldur kom í stjórnarbygningin, eftir eitt russiskt dronuálop, sum síðan gjørdist til eitt rakettálop.

 

Vitnir, sum tíðindastovurnar, Reuters og AP, hava skift orð við, siga, at tjúkkur roykur eisini stóð upp úr bygningum í Petsjerskyj-økinum í býnum.

 

Umframt smábarnið, sum læt lív, læt eisini ein ung kvinna lív í álopunum, skrivar borgrstjórin, Vitalij Klitsjko, á Telegram.

 

Millum tey, sum fingu løstir í russisku álopunum og vórðu løgd inn á sjúkrahús, var eisini ein kvinna, sum var við barn. 

 

Borgarstjórin sigur, at ein íbúðarbygningur í fleiri hæddum bleiv partvís oyðilagdur í Svjatosjynskyj-økinum, og leivdir frá dronum festu eisini eld í aðrar stórar íbúðarbygningar.

 

Men, tað var ikki bara ukrainski høvuðsstaðurin, sum varð raktur í russisku álopunum í nátt.

 

Aðrir býir vórðu eisini raktir, og fleiri spreingingar vóru í Krementsjuk, har streymurin fór í pørtum av býnum. Hetta upplýsir borgarstjórin í býnum, Vitalij Maletskyj. 

 

Í syðra parti av Ukraina varð eisini havnarbýurin, Odessa, raktur. Odessa liggur við Svartahavið.

 

- Íbúðarbygningar vórðu raktir, og eldur kom í fleiri bygningar, sigur guvernøurin í Odessa-økinum, Oleh Kiper.

 

 

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur á Telegram í nátt, at eldur kom í stjórnarbygningin, eftir eitt russiskt dronuálop, sum síðan gjørdist til eitt rakettálop