Russiski andstøðupolitikarin, Lev Shlosberg, er dømdur í fongsul í 11 ár og ein mánað.
Sagt verður, at dómurin er fyri at niðurgera og spreiða lygnir - ella "fake news" - um russiska herin.
Tíðindini ber russiska ávísin, Mediazona, og tað er Reuters, sum endurgevur.
Lev Shlosberg er limur í andstøðuflokkinum, Jabloko.
Í síðstu viku varð flokkurin dømdur í russiska hægstarætti, og flokkinum er sýtt fyri at stilla upp til tjóðartingsvalið um nakrar vikur.
Flokkurin hevur kært dómin, og sum skilst verður kæran viðgjørd í dag.











