Sunda kommuna byrjaði í fjør at hava árligar borgarafundir runt í ymisku bygdunum.
- Nú eru dagfestingar settar á borgarafundirnar í 2026, og byrjað verður í Hósvík komandi mikukvøld klokkan 20.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan í fjør skipaði fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi.
Fundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan fekk bæði rís og rós.
Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram.
- Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá býráðnum, siga tey í Sunda kommunu í dag.
Nú eru dagfestingar og tíðir settar á borgarafundirnar fyri 2026:
19. august: Bygdarhúsið, Hósvík
20. august: Dúvugarðar, Saksun
26. august: Við Margáir, Hvalvík og Streymnes
27. august: Bygdarhúsið, Tjørnuvík
21. oktober: Eydnan, Oyri, Oyrarbakki og Norðskála
11. november: Avhaldshúsið, Haldórsvík
12. november: Skúlin, Langasandur
18. november: Bygdarhúsið, Gjógv
Allir borgarafundirnir byrja klokkan 20, og allir borgarar í Sunda kommunu eru hjartaliga vælkominir.











