info
Ongi úrslit

Myndir: Lyklaklárur barnagarður á Sandi

- Hetta er ein stór íløga, men eg eri sannførdur um, at hetta eisini er ein góð og neyðug íløga, og eg eri sera fegin um, at verkætlanin nú er undir landi, sigur borgarstjórin

Vilmund Jacobsen
23. januar 2026 kl. 11:13

Tíðliga í desember yvirtók Sands kommuna formelt nýggja barnagarðin, sum nú stendur liðugur og lyklaklárur á Sandi. 
Tað er byggifyritøkan, Bulur á Signabø, sum hevur havt arbeiðstøkuna, og saman við sær hevur fyritøkan havt nakrar undirveitarar. 
Landsbyggifelagið hevur havt eftirlitið við byggingini fyri kommununa. 
Á yvirtøkudegnum varð skjal undirskrivað, sum sigur, hvørjir snøklar eru eftir at gera í nýggja barnagarðinum.
Við løtuna á yvirtøkudegnum vóru umboð fyri arbeiðstakaran og undirveitarar, og her vóru eisini umboð fyri kommununa.

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at tey í kommununi eru sera væl nøgd við avrikið hjá Buli og undirveitarum.
- Vit hava havt eitt sera gott samstarv, og vit hava góðar royndir av byggifyritøkuni her í kommununi.
Hann vísir á, at tað var eisini byggifyritøkan á Signabø, sum í sínari tíð bygdi barnaskúlan á Sandi, sum tey hava verið sera fegin um.
Men, Bulur hevur ikki bara bygt fyri Sands kommunu. Byggifyritøkan hevur gjøgnum árini eisini bygt fleiri sethús í oynni, harav fleiri á Sandi.
Tá depilin í Skálavík, sum nú er eftirskúlin Brúgvin, fyri árum síðan varð víðkaður við nýggjum kømrum, var tað eisini Bulur, sum stóð fyri hesum.
- Jú, vit eru sera væl nøgd við byggifyritøkuna, og eg haldi eisini, at tey hava verið væl nøgd við samstarvið við Sands kommunu, sigur borgarstjórin.

Kristian Oskar Henriksen sigur, at gólvhiti er í øllum bygninginum, og hetta er ein hitaskipan, sum koyrir upp á luft til vatn.
- Bygningurin hevur eisini eina vælútbygda ventilatiónsskipan, sum ger, at innluftin verður hin besta, ið hugsast kann á einum slíkum stovni.
Borgarstjórin vísir á, at barnagarðurin nú stendur lyklaklárur, men enn vantar eitt nú tekniska brandskipanin og brunagóðkenning.
- Uttanumøkið er ikki gjørt, og hetta er nakað, sum vit nú fara í holt við. Ætlanin er at varðveita sum mest av upprunaliga landslagnum kring dagstovnin.
Hann vísir á, at ráðgevingin sigur, at sum mest av umhvørvinum skal varðveitast og tillagast stovninum.
- Eitt sindur skal stoypast, serliga í niðara borði fyri at fáa eitt tún niðanfyri, og lyftast skal undir lendið oman móti Ísansgarði. Annars verður økið kring stovnin gyrt inni við hegni.
Í syðra enda á grundstykkinum skulu nøkur parkeringspláss gerast, har foreldur, ið koma við sínum børnum og koma eftir teimum aftur, kunnu seta bilarnar.
- Vestanfyri barnagarðin og uppi við nýggju útstykkingina verður eisini høvi at seta bilarnar, um onkur tiltøk eru á stovninum, sum savna nógv fólk, sigur borgarstjórin.

Í nýggja dagstovninum á Sandi eru tvær vøggustovueindir og tvær barnagarðseindir við plássi fyri 50 børnum í hvørjari eind. 
Í miðjuni er stórt felagsrúm, og her er stórur køkur.
- Í nýggja stovninum er stórt rúm til kreativitet av ymiskum slagi, og stovnurin rúmar eisini motorik-og sansarúmi.
Kristian Oskar Henriksen dylur ikki fyri, at málið hjá teimum í kommununi er, at hetta skal gerast besti dagstovnur í Føroyum.
- Umframt at økið kring barnagarðin skal gerast, fær stovnurin eisini nýtt innbúgv, og tíðin fer at vísa, um nakað verður tikið við úr gamla stovninum.
Borgarstjórin heldur, at kommunan hevur fingið rættiliga nógv fyri íløguna, og hann væntar, at samlaði kostnaðurin av stovninum verður einari 25 milliónir krónur.
- Hetta er ein stór íløga, men eg eri sannførdur um, at hetta er ein góð og neyðug íløga, og eg eri sera fegin um, at verkætlanin nú er undir landi, sigur hann.

Nýggi dagstovnurin á Sandi liggur sera væl fyri – og beint niðanfyri nýggjasta byggiøkið í bygdini og niðan av verandi frítíðarskúla og barnaskúlanum.
- Stovnurin verður góðkendur til 149 fólk, og her verður eitt stórt uttanumøki.
Kristian Oskar Henriksen sigur, at í verandi dagstovni í dag eru eini 64 vøggustovu-og barnagarðsbørn, og í frítíðarskúlanum eru tey eini 24.
- Vit hava eisini eitt gott samstarv við eitt nú Húsavíkar kommunu um bæði dagstovn og barnaskúla, og í løtuni standa fleiri hús í gerð í okkara kommunu, sigur borgarstjórin.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

5 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

6 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

7 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

7 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

7 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

8 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

8 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

9 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

9 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

9 tímar síðan