Ellisakfarið í Sosialinum: Klassiskur luksusbilur frá 1978

Hjúnini Marjun og Jákup Frants Larsen í Fugla­firði eiga fleiri ellisakfør. Eitt av hesum er hesin Jag­u­ar XJ6 frá 1978, sum hevur eina heilt serliga søgu

Tað var Svenning Johannesen í Havn sum keypti bilin sum nýggjan. Svenning var ein at teimum kendu Hvannasundsbrøðrunum, sum vóru tiltiknir fyri at fiska væl.

 

Hetta er ein ektaður enskur bilur, við leðurkabinu og nøtutræ á instrumentborðinum. Hann hevur servostýring, aircondition og automatisk gear.

 

Bilurin sær gott út og hevur eisini verið nýttur í sambandi við almennar vitjanir sum t.d. drottningavitjanir.

 

Hann hevur 4,2 litra motor við 6-sylindarum og 203 hk. Um hann brúkar nakað av bensini, so ger tað ikki so nógv, tí hann hevur tveir bensintangar, sum taka 65 litrar hvør, so hann kann hava tilsamans 130 litrar av brennievni. Talan er um ein stóran bil, hann er langur og lágur við klassiskum designi.

 

Søgan um hví Svenning keypti hendan bilin er tann, at eina-ferð hann var við trolbátinum hjá sær, Marjun III, fór hann fyri borð vestan fyri Mykines.

 

Tað var gott veður, men tung alda. Tá Svenning var bjarg-að-ur, segði hann, at nú skuldi hann keypa handan Jag-uarin, sum hann hevði ætlað sær so leingi. Tí verður bilurin kallaður “olmussan”.

 

Bilurin var keyptur frá Reyni Service og fyrstu ferð skrásettur 21. juni í 1978. Hetta var áðrenn Reyni Service fekk umboð fyri Toyota.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum kann keypast í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

 

 

Svenning Johannesen, sum keypti bilin sum nýggja í 1978

Tá Margreta drotning vitjaði í Føroyum í 1995 var bilurin hjá Svenningi Johannesen nýttur sum »drotningabilur«