Eysturríki er vinnari av EM-undankappingarbólki 4, ið er undankappingarbólkurin hjá okkum.
Eysturríki vann 35-30 (19-17) á Rumenia í Bukarest, og hevur 10 stig fyri fimm dystir. Tað merkir, at Eysturríki hevur ikki nógv upp á spæl, tá teir møta Føroyum í Bregenz sunnudagin klokkan 17, men tað er alt annað enn víst um tað er ein fyrimunur hjá Føroyum.
Rumenia-Eysturríki 30-35 (17-19)
Rumenia : Ionut Nistor 7, Javier Humet 5, Ante Kuduz 4, Alexandru Tarifa 2, Calin Dedu 2, Nicusor Negru 2, Daniel Stanciuc 2, Andrei Dragan 1, Robert Militaru 1, Robert Nagy 1, Dan Lucian Vasile 1, Radu Ghita 1, Dan Emil Racotea 1.
Eysturríki : Mykola Bilyk 7, Tobias Wagner 6, Boris Zivkovic 6, Janko Bozovic 3, Robert Weber 3, Franco Lastro 3, Lukas Hutecek 2, Sebastian Frimmel 2, Eric Dambock 2, Florian Mohr 1.
Eysturríki hevur 10 stig, Rumenia hevur fýra stig, Føroyar hava fýra stig og Ukraina er aftast við tveimum stigum. Tað verður tí ein hørð orrusta um at røkka øðrum og triðja plássinum í bólkinum. Rumenia er betri innanhýsis móti okkum, meðan vit eru betur innanhýsis móti Ukraina.
Báðir dystirnir: Eysturríki-Føroyar og Ukraina-Rumenia byrja samstundis. Dystirnir standa til at byrja klokkan 17 sunnudagin.











