EM: Føroyar sleppa undan Nejc Cehte í Oslo

Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin hevur givið avboð til EM-endaspælið

Mynd: Slovenska hondbóltssambandið

Týskvøldið 20. januar klokkan 19.30 spæla Føroyar triðja dystin í innleiðandi EM-bólki D í Unity Arena uttanfyri Oslo.

 

Mótstøðuliðið hetta kvøldið verður Slovenia, ið er hægst styrkismetta liðið í bólkinum. Hini bæði liðini í bólki D eru Sveis og Montenegro. 

 

Sambært Hbold hevur royndi 33 ára gamli høgru bakkurin, ið er liðfelagi hjá Hákuni West av Teigum givið avboð til EM-endaspælið vegna persónligar orsøkir.

 

Talan er um eitt afturstig hjá slovenska landsliðsvenjaranum, Uroš Zorman, tí talan er um ein hin mest roynda leikaran á slovenska liðnum. 

 

6. januar spælir Slovenia á heimavølli venjingardyst móti Kuwait. Eftir tað ferðast hópurin til Fraklands fyri at spæla venjingardystir har.

 

Fríggjadagin 16. januar klokkan 17 spælir Slovenia fyrsta dystin í Unity Arena uttanfyri Oslo. Dysturin verður ímóti Montenegro.

 

Teir 20 kosnu hjá Uroš Zorman til EM-fyrireikingarnar hjá Slovenia eru nú hesir:

 

Navn Felag
Jože BaznikMálverjiPAUC Handball
Klemen FerlinMálverjiIndustria Kielce
Miljan VujovićMálverjiTVB Stuttgart
Tilen KodrinVinstru vongurVfL Gummersbach
Staš Slatinek JovičičVinstru vongurRD LL Grosist Slovan
Tim CokanHøgru vongurRD LL Grosist Slovan
Blaž JancHøgru vongurFC Barcelona
Domen NovakHøgru vongurSG Flensburg-Handewitt
Janez GučekVinstru bakkurRK Trimo Trebnje
Nik HenigmanVinstru bakkurRK Eurofarm Pelister
Tarik MlivićVinstru bakkurRD LL Grosist Slovan
Aleks VlahVinstru bakkur Industria Kielce
Andraž MakucSpælskipariRK Celje Pivovarna Laško
Domen MakucSpælskipariFC Barcelona
Domen TajnikSpælskipariRK Eurofarm Pelister
Timotej GrmšekHøgru bakkurRK Trimo Trebnje
Lan GrbićStrikuleikariRK Trimo Trebnje
Kristjan HorženStrikuleikariVfL Gummersbach
Matic SuholežnikStrikuleikariRD LL Grosist Slovan
Stefan ŽabićStrikuleikariRD LL Grosist Slovan

 

 

 

Mynd: Slovenska hondbóltssambandið