Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki.
Føroyar manna bólk D saman við Sveis, Montenegro og Slovenia. Talan er um ein javnan og spennandi bólk, har Slovenia tó er favorittur til at vinna bólkin.
Okkara fara frammanfyri 5.000 pluss føroyskum fjepparum at spæla dystirnar í bólki D í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo.
Skráin fyri bólk D:
16. januar: Slovenia – Montenegro, kl. 17.
16. januar: Føroyar – Sveis, kl. 19.30.
18. januar: Montenegro – Føroyar, kl. 17.
18. januar: Sveis – Slovenia, kl. 19.30.
20. januar: Montenegro – Sveis, kl. 17.
20. januar: Slovenia – Føroyar, kl. 19.30.











