Landsumfatandi stongsulin av internetinum í Iran hevur varað í yvir fýra dagar.
Tað upplýsir interneteygleiðarin NetBlocks á sosiala miðlinum X, sambært tíðindastovuni AFP.
– Tað eru nú 108 tímar síðani, at Iran setti í verk landsumfatandi stongsul av internetinum, sum hevur isolerað iranar frá restini av heiminum og hvørjum øðrum, upplýsir NetBlocks.
Síðani hósdagin hava iranar verið avskornir frá internetinum og samskiftinum við umheimin, meðan mótmælini halda fram í landinum.
Týsdagin skrivaðu fleiri miðlar, eitt nú AP og ABC News, at altjóða telefonsamrøður eru komnar aftur, sum eisini hava verið ávirkaðar av stongslinum.
AP hevur verið í sambandi við fleiri iranar, sum siga, at sms-boð ikki kunnu sendast, og at bert stjórnargóðkendar heimasíður kunnu virka í landinum.
Tey lýsa eisini, at tað hevur verið ein massiv trygdarnærvera í Teheran, men at handlar framvegis hava opið, skrivar AP.
Mótmælisgongurnar byrjaðu 28. desember. Iranar fóru út á gøturnar at vísa sína ónøgd við, at landið varð rakt av ógvuliga høgari inflatión.
Síðani tá hava mótmælini ment seg til almennar atfinningar av prestastýrinum, sum hevur stýrt landinum síðani islamsku kollveltingina í 1979.
Í minsta lagi 648 mótmælisfólk eru dripin í mótmælunum, vísa nýggjastu tølini frá mannarættindafelagsskapinum Iran Human Rights (IHR), sum hevur heimstað í Noregi.
Sambært IHR kundi talið verið nógv hægri. Tey 648 deyðu eru mett sum staðfest deyðsføll.
Samskiftissteðgurin hevur avmarkað møguleikan at áseta fult umfang av mótmælisgongunum í Iran og svarið hjá stjórnini.
Fleiri felagsskapir og journalistar hava boðað frá, at nógv mótmælisfólk eru deyð, men óvissa er um tølini.
Almennu myndugleikarnir í Iran hava ikki upplýst nakað deyðstøl.
IHR metir eisini, at yvir 10.000 fólk eru handtikin í sambandi við mótmælini.
Í dag segði uttanríkisráðharrin í Iran, Abbas Araghchi, at internetsteðgurin stavar frá "yvirgangsvirksemi" undir mótmælunum.
– Stjórnin var í samskifti við mótmælisfólkini. Internetið varð bert stongt, eftir at vit vóru konfronterað við yvirgangsvirksemi og varnaðust, at boðini komu uttanífrá, segði hann í samrøðu við Al Jazeera sambært AFP.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði sunnudagin, at leiðslan í Iran hevur sett seg í samband við amerikansku stjórnina fyri at leita eftir tí, sum forsetin lýsir sum samráðingar.
Trump hevur hótt við at brúka hernaðarligar møguleikar, um iranska stjórnin heldur fram við at fremja harðskap móti fólkinum.
Iran segði mánakvøldið, at tey ongar ætlanir hava um at fara í kríggj, men at tey eru fyrireikað uppá tað.
/Ritzau/











