Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eid, sum í hesum døgum vitjar í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, noyddist í nátt í bumbuskýli, tá russiski herurin leyp á býin við rakettum.
- Vit hoyrdu spreingingar og vóru partar av náttini í bumbuskýli. Tað eru støðug álop úr Russlandi, og neyðugt er altíð at vera á varðhaldi, sigur norski uttanríkisráðharrin við NRK.
Í nátt framdi Russland ógvuslig álop á høvuðsstaðin, Kyiv og aðrar ukrainskar býir.
- Haldið tykkum á tryggum støðum. Russar leypa á høvuðsstaðin við ballistiskm rakettum, skrivaði leiðarin fyri hernðarumsitingina í Kyiv, Tymur Tkatsjenko, á boðtænastuni Telegram í gjárkvøldið.
Samstundis skrivaði borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, at ukrainska loftverjan roynir at byrgja uppfyri russisku álopunum á býin.
Í nátt lupu russar eisini á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, og guvernørurin í býnum, Oleh Synjehubov, veit at siga, at her lótu fýra fólk lív í álopunum.











