EM: Ísland og Danmark í lagnudystum klokkan 17.15 og 19.30 (stroyming)

Ísland skal vinna sær bæði stigini ímóti Ungarn, meðan Danmark skal sleppa undan fiasko

Eftir landsdystirnar hjá Føroyum setur hondbóltsredaktiónin á in.fo nú sjóneykuna á Faxe Kondi-kappingina í Føroyum og EM í manshondbólti.

Les eisini EM-grein eftir Jóannesi Hansen á síðu 18 og 19 í Ítrottarsosialinum frá mánadegnum.

Tekna hald og les alla greinina í Ítrottarsosialinum við at trýsta HER

Seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum við EM verða leiktir í dag, og bert vantar at finna seinasta luttakaran til høvuðsumfarið. Stríðið stendur ímillum Ungarn og Danmark.

Ísland og Ungarn spæla í dag klokkan 17.15 (stroyming niðast), og hjá grannum okkara snýr tað seg um at fáa tvey stig við í høvuðsumfarið. Tað fær Ísland við einum sigri á Ungarn.

Danmark kann í besta føri sleppa í høvuðsumfarið við ongum stigi. Til tess krevst, at Ísland vinnur á Ungarn, og at Danmark vinnur á Russlandi klokkan 19.30 (stroyming niðast)

Íslendsku úrslitini hava verið misjøvn seinastu tŕy árini, men í ár tykjast íslendingar at fáa tað besta burturúr størstu heimsstjørnuni, nú 29 ára gamla Aron Pálmarssyni, og Ísland er eisini favorittur ímóti einum sterkum ungarskum landsliðið.

Donsku vónirnar vóru áðrenn kappingina nógv størri enn tær íslendsku, men eftir fyrst ósigur ímóti Ìslandi og javnleiki ímóti Ungarn, eru suverenu Heimsmeistararnir frá í fjør, falnir í metum.

Tað er Russland i enn størri mun, og eingin væntar enn eina danska fiasko í kvøld. Donsku miðlarnir hava tí eisini lagt størsta dentin á dystin hjá Íslandi, sum ger av, um Danmark hevur møguleikan í kvøld.

Hesum helt 40 ára gamla íslendska legendan, Guðjón Valur Sigurðsson, lítið um, tá ið hann var spurdur støðuna hjá Danmark av danska Tv2. (sport.tv2.dk)

Hesi lond hava spælt seg í Høvuðsumfarið, sum byrjar í morgin:

 

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Kroatia182
Spania172
Eysturríki132
Kekkia1-30
Týskland1-70
Hvítarussland1-80

(Úrslitini ímillum Ísland - Ungarn og Danmark - Russland kunnu broyta plássini í bólki 2)

Bólkur 2DystirMálmunurStig
Norra162
Slovenia122
Ísland1??
Danmark ella Ungarn1??
Svøríki1-20
Portugal1-60

Stroyming:

Allir EM-dystirnir kunnu stroymast beinleiðis umvegis evropiska hondbóltssambandið (Trýst niðanfyri fyri at sleppa til dystin á ehftv.com)

Klokkan 17.15 Ísland - Russland (efhtv.com)

Klokkan 19.30 Danmark - Russland (ehftv.com)