Endiliga eydnaðist tað hjá Stefan

Løgmanssteypið: B36 og Víkingur vunnu á útivølli, og Skála sigldi vandasjógv, áðrenn tað eydnaðist at basa FC Hoyvík

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið B36 var á Sandi og Víkingur í Gøtu.

B36 vann 7-2 á Sandi, og Víkingur vann 2-0 á Toftum.

Málini hjá Víkingi skoraðu Finnur Justinussen, tá ið ein stórur hálvur tími var farin, og Ingi Jonhardsson, sum í kvøld fekk møguleikan millum teir fyrstu ellivu, tá ið seinni hálvleikur var stórar tíggju minuttir gamal.

Tað sást væl, at víkingarnir hoyra heima í bestu deildini, og at B68 er í næstbestu deildini.

Víkingur hevði eina rúgvu av hornaspørkum og royndum ímóti málinum, meðan tað var heilt langt millum royndirnar hjá B68.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Á Sandi vann B36 7-2. Serliga hugaligt var tað hjá árstalsfelagnum, at tað endiliga eydnaðist Stefan Radosavljevic av álvara at gera vart við seg sum málskjútti. Tað hevur hilnast illa higartil í landskappingini, men í kvøld skoraði Stefan Radosavljevic trý mál.

Árni Frederiksberg skoraði tvey mál, og brøðurnir Martin og Hannes Agnarsson skoraðu hvør sítt mál. Hjá B71 skoraðu Brian Okpala og Tijani Mohammed málini.

 

Á Skála eydnaðist tað akkurát heimaliðnum at varpa FC Hoyvík í næstbestu deildini úr steypakappingini. Úrslitið var 4-3 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

Málið í fyrra hálvleiki skoraði Pætur Dam Jacobsen, tá ið eitt stórt korter var farið.

Eitt lítið korter eftir steðgin javnaði Villiam Emil Klein, og so gekk tað skjótt. Tveir minuttir seinni legði Skála seg framum 2-1. Aksel B. Danielsen skoraði, og so gingu tað níggju minuttir, inntil Villiam Emil Klein aftur var upp á spæl og javnaði til 2-2.

Tað restaði eitt korter, tá ið Jan Ingason Hansen legði Skála framum 3-2. Fýra minuttir undan leikloki javnaði FC Hoyvík til 3-3. Aftur var Villiam Emil Klein málskjútti, og harvið skoraði hann hattrikk í kvøld.

4-3 sigursmálið skoraði Jan Ingason Hansen, tá ið ein minuttir var farin út um vanligu leiktíðina.

https://www.in.fo/myndasavn/