Sjúkrakassagjaldið er ein gomul, ótíðarhóskandi skipan. Ein skipan, sum nærum ongan heilsupolitikk hevur knýttan at sær. Men sum virkar, sum eitt av hesum keðiligu tvungnu avgjøldunum, vit hava oman á skattaskipanini.
Tað er neyðugt við einari nýggjari skipan. Einari sjúkratrygging, sum umfatar øll og verður goldin yvir skattin. Nýmótans skipanin skal ikki bara rinda fyri læknavitjan og heilivág, eins og sjúkrakassin í dag. Tann nýggi skattafíggjaði sjúkrakassin skal eisini átaka sær aðrar uppgávur – millum annað at raðfesta heilsupolitikk, fyribyrging og upplýsing.
Tað eru í dag 11 sjúkrakassar í landinum. Hvør teirra hevur eitt ella tvey fólk til umsiting. Ein nýggj skipan hevði í minsta lagi havt 7 fólk í starvi. Kanska færri.
Skal nýggi sjúkrakassin gjaldast yvir skattin, kostar hetta umleið 80 milliónir krónur eyka á fíggjarlógini. Men av tíð, at gamla sjúkrakassagjaldið samstundis fellur burtur, ber til at broyta skattaskipanina, soleiðis at hesar 80 milliónirnar kortini koma inn, men á mikið meira samhaldsføstum grundarlag enn í dag.
Endaliga málið má vera at fáa eina sjúkratryggingarskipan, sum verður goldin yvir skattin eftir prinsippinum um, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Ein skipan, sum umfatar øll, men sum verður fíggjað á samhaldsføstum grundarlag. Soleiðis tekur tú eitt lítið stig á vegnum at forða fyri óneyðugum stættargjáum í samfelagnum.
Gott nýggjár.