Enn ein bilur út av vegnum

Um 11.30 tíðina í morgun fekk løgreglan boð um ein bil, sum var farin út av vegnum omanfyri Norðskála. Orsøkin var hálka í krapuni, sum verið hevur í dag. Um vikuskiftið hendu fleiri óhapp, har bilar fóru út av vegnum í hálkuni, sum knappliga kom. Í tí eina førnum var støðan rættiliga álvarslig, so sum portalurin kundi greiða frá.

Tað var í Hósvík, at ein betongbilur og ein persónbilur rendu saman, og har m´ðatti tann eini persónurin skerast leysur.

Heilt so illa gekk ikki í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum oman fyri Norðskála. Tað var krapi og hann førdi til, at bilurin endaði í gørvini við síðuna av vegnum.

Tvey fólk vóru í bilinum, men tey sluppu púra snikkaleys frá hendingini.

Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum, Jens Kristian Vang, kom fram við staðnum beint eftir, at óhappið var hent, og hann tók hesa myndina.