Enn ein russiskur generalur dripin

Longu í mai søgdu myndugleikarnir í Ukraina, at 12 russiskir generalar eru falnir í krígnum í Ukraina higartil.

 

Russiski journalisturin, Alexander Sladkov, skrivar á Telegram, at ein russiskur generalur aftrat er dripin í bardøgum í Ukraina.

 

Hetta skriva bæði Reuters og The Guardian.

 

Sagt verður, at generalurin, Roman Kutuzov, er hin seinasti í einari røð av russiskum generalum, sum higartil hava latið lív í krígnum.

 

Tað er ikki greitt, hvar í eystara parti av landinum, at Roman Kutuzov varð dripin.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at ikki færri enn 12 russiskir generalar hava latið lív, men Russland hevur ikki váttað hetta tal.

 

##med2##

 

Tað var hin 24. februar í ár, at Russland leyp á Ukraina. Soleiðis hava ukrainar higartil staðið ímóti russisku krígsmaskinuni í meira enn 100 dagar.

 

Prísurin hevur verið høgur. Nógvir hermenn eru falnir hjá báðum pørtum, og nógv sivilfólk hava latið lív í Ukraina, eins og fleiri býir eru í knúsi.

 

 

 

Russiski generalurin, Roman Kutuzov.