Er okkara fíggjarmálaráðharri stuttmintur?

Tá fíggjarmálaráðharrin, Kartin Hansen, í sjónvarpinum herfyri ákærdi danir fyri ikki at hava gjørt nakað munagott fyri at ávara føroysku mynduleikarnar um skeivu fíggjargongdini í Føroyum í 80 – árunum, sum førdi til fíggjarkreppuna í 90 – unum, so tosar hann móti betri vitandi, ella er hann dekan og stuttmintur?

Tað má vera eitt minstakrav, at okkara fíggjarmálaráðharri er kunnugur við tað, sum stendur í

“Frágreiðing um 80-árini “, sum Føroya Løgting § 19- nevndin gav út í 2000. Eitt megnarverk uppá 443 síður við hópin av upplýsingum um eitt dapurt tíðarskeið í okkara politisku søgu.

 

Ráðgevandi Nevndin

Á síðu 104 til 107 er stutt umrøða av Ráðgevandi Nevndini (Det rådgivende udvalg vedrørende Færøerne) hjá forsætisráðharranum. Ráðgevandi Nevndin skuldi í neyvum samstarvi við føroyska Búskaparráðið fylgja við fíggjarligu gongdini í Føroyum, og geva forsætisráðharranum eina neyva frágreiðing um gongdina í Føroyum. Á hvørjum ári, eisini í 80-árunum, hevur Ráðgevandi Nevndin givið út bókling um “den økonomiske udvikling på Færøerne”.

 

Útsagnir frá Ráðgevandi Nevndini

Á fundi 27. mai 1965 við Landsstýrið og Búskaparráðið, gav formaðurin í Ráðgevandi Nevndini hesa skortfleingju: “De offentlige investeringer er mildest talt for store med de velkendte sidevirkninger”.

Í frágreiðingini frá 1980 varð m.a. sagt: “Det er næppe muligt uden nye økonomiske indgreb at få genskabt den fornødne ligevægt på betalingsbalancen.....” Ávaringarnar halda fram, og í 1985 stendur m.a. :...der er behov for alvorlige indgreb, ..... . Udviklingen igennem det sidste år har vist, at dette behov består uændret.” Í 1989 er tónalagið skert: “ Under disse omstændigheder findes der ingen nemme løsninger.” Í 1990 skrivar Ráðgevandi Nevndin m.a.: “Den økonomiske krise på Færøerne er blevet uddybet.” Nevndin kemur annars í somu frágreiðing við mongum relevantum útgreiningum.

 

§19 –nevndin um Ráðgevandi Nevndina

§19 –nevndin heldur at Ráðgevandi Nevndin var mannað við væl skikkaðum limum, og at tað er undrunarvert, at tað ikki eydnaðist Ráðgevandi Nevndini at sannføra føroyskar politikarar um, hvussu álvarsom støðan var.

Niðurstøðan hjá §19-nevndini er, at politiska fyrisitingin í Føroyum í 70-árunum og í 80-árunum átti at lagt nógv størri dent á ráðini frá donsku serfrøðingunum. Árligu frágreiðingarnar frá “Det Rådgivende udvalg vedrørende Færøerne” vóru í nógv ár einastu ritgerðir um búskaparligu gongdina í Føroym, óheftar av føroyskum partapolitikki og bygdar á fullgott yrkisligt undirstøði.

 

Útsagnir frá føroyskum politikarum

Á fundi við Ráðgevandi Nevndina hava føroysku politikarnir m.a. brúkt hesi orð: 28.05.1980 “Nytårsforsætter”, 25.08.1986 “Dómadagstos”, 03.08.1987 “Dómadagsprofetiir”, 03.05.1988 “Lyseslukkere”.

Um nú fíggjarmálaráharrin av ein ella aðrari orsøk ivast í omanfyristandandi, kann hann antin tosa við sín fyrrverandi floksfelaga Heina O. Heinesen ella sín núverandi floksfelaga Jenis av Rana, tí bæði Heini og Jenis vóru limir §19 nevndini.

 

P.S. Grundin til at føroyingar so skjótt fótaðu sær eftir fíggjarkreppuna í 90-unum var takkað veri multiplu milliarda hjálpini frá dønum, men fyri hetta hava teir higartil bert fingið ótøkk – skil tað hvør ið vil?