Egon Øregaard, Valevni fyri Fólkaflokkin
Skúladepilin við Marknagil er ein av stóru nýhugsanun-um í nýggjari tíð.
Tað er ein landsuppgáva at byggja og fíggja raksturin til teir skúlar, sum Skúladepilin kemur at rúma.
Tórshavn hevur sum høvuðstaður landsins umframt, at hava skildu fyri borgarunum, sum búgva í kommununi, eisini til uppgávu at fjálga um alt Føroya fólk.
Við at gerast ein virkin partur í Skúladeplinum við Marknagili, kann Tórshavnar kommuna røkja hesa uppgávuna.
Hetta kann gerast við m.a., at kommunan, í Skúladeplinum, fær innivist fyri m.a.:
?Býarbóka- og KT savni, sum bæði næmingar, og vanligi borgarin kunnu gera nýtslu av
?Fyrilestrar og framførsluhøll, - sum m.a. kann gerast karmur um framførslur hjá eitt nú, musikskúlanum -
?Ítróttarhøllin í Skúladeplinum kann, aftaná skúlatíð, nýtast av øllum borgarunum í kommununi, - eitt nú hava fimleikarafeløgini stóran tørv fyri egnaðum hølum-,
Skúladepilin við Marknagil kann, á henda hátt, gerast ein mentunardepil í høvuðsstaðnum.
Her eru bert nøkur fá dømi nevnd, um kommunan gerst virkin partur í Skúladeplinum.
Hetta førir sjálvssagt fíggjarligar skildur fyri kommununa við sær. - men við hesum fæst nógv fyri samstarv millum land og kommunu.