Erling sparkaði Premier League í gongd

Premier League: Tað gekk fyri tað mesta sum væntað í fyrsta umfarinum

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland

Premier League bólturin rullar aftur. Erling B. Haaland sparkaði kappingina í gongd við at skjóta tvey mál í 3-0 sigrinum hjá Manchester City á Burnley. Tað tók honum bara tríggjar minuttir at fáa gongd á.

 

Leygardagin vóru fleiri dystir. Arsenal og Newcastle byrjaðu væl, eftir at tey hava vunnið sær Champions League pláss til hetta kappingarárið. Meðan Arsenal fánaði móti endanum í 2-1 sigrinum á Nottingham Forest, so legði Newcastle bara afturat í 5-1 sigrinum á Aston Villa.

 

Sunnudagin deildu Chelsea og Liverpool stigini fyri sjeyndu ferð upp í slag, men fyri fyrstu ferð í fýra innanhýsis uppgerðum kom mál. Eitt í part. Manchester United setti punktum fyri fyrsta umfar fyri at vinna 1-0 á Wolverhampton, sum eftirfylgjandi hevur fingið eina umbering frá dómarunum, tí teir ikki dømdu brotsspark í 97. minutti.

 

11.08Burnley0:3Manchester City
12.08Arsenal2:1Nottingham F.
12.08Brighton4:1Luton
12.08Everton0:1Fulham
12.08Sheffield United0:1Crystal Palace
12.08Bournemouth1:1West Ham
12.08Newcastle5:1Aston Villa
13.08Brentford2:2Tottenham
13.08Chelsea1:1Liverpool
14.08Manchester Utd1:0Wolves
1Newcastle11005:13
2Brighton11004:13
3Manchester City11003:03
4Arsenal11002:13
5Crystal Palace11001:03
6Fulham11001:03
7Manchester Utd11001:03
8Brentford10102:21
9Tottenham10102:21
10Bournemouth10101:11
11Chelsea10101:11
12Liverpool10101:11
13West Ham10101:11
14Nottingham F.10011:20
15Everton10010:10
16Sheffield United10010:10
17Wolves10010:10
18Luton10011:40
19Burnley10010:30
20Aston Villa10011:50

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland