ES sendir milliardir til Ukraina til keyp av rakettum og stríðsflogførum

ES hevur útgoldið 3,47 milliardir evrur til Ukraina, sum skulu brúkast til at keypa dronur, rakettir, loftverju og stríðsflogfør

Tað upplýsir ES-nevndin sambært Reuters.

 

Upphæddin svarar til umleið 26 milliardir krónur.

 

Útgoldna upphæddin er partur av einum láni upp á 90 milliardir evrur, sum ES samtykti fyrr í ár. Lánið svarar til umleið 673 milliardir krónur.

 

Pengarnir skulu bæði nýtast til at styrkja ukrainska verjuna móti russisku innrásini og til at tryggja, at ukrainska samfelagið framvegis kann virka.

 

Í vár varð ávarað um, at Ukraina kundi ganga undan fyri pengum longu í mai, um lánið ikki varð útgoldið.

 

ES-londini samtyktu lánspakkan 23. apríl.