Tað hilnaðist væl frægari hjá Neistanum í tí seinna Europa Cup dystinum í 1. umfarinum móti ísraelska liðnum, Holon Yuvalim.
Ígjár tapti Neistin greitt 23-34 (11-17) fyri Holon Yuvalim.
Í dag var tapið minkað niður til fýra mál. Holon Yuvalim vann dystin 30-26.
Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Tá 40 minuttir vóru leiktir var Neistin á odda 22-20, men 12 minuttir seinni var Holon Yuvalim á odda 28-23.
Pauli Høj var við níggju málum upp á níggju málroyndir sera eyðsýndur í dag.
Sasha Lacok í málinum bjargaði 11 av 37 málroyndum, meðan Rókur Holm Joensen bjargaði tveimum av fýra málroyndum.
Neistin: Pauli Høj 9/9, Johannes P. Kragesteen 6/11, Rókur Arason 2/2, Fríði Mørk Hentze 2/2, Jón Joensen 2/3, Tróndur Kragesteen 2/7, Hóri Reginsson 1/1, Hørður Lognberg 1/1, Rói Haldansen 1/2.