"Eva and the Island" - søgan um Stóru Dímun

- Á sínum óteljandi vitjanum í Stóru Dímun seinastu árini hevur Tim Ecott tikið lut í øllum arbeiði á garðinum

- Nýggj, spennandi bók, sum greiðir frá søguni í oynni og um fólkið, her býr. Spennandi verður at síggja útgávuna av nýggju bókini um Stóru Dímun, sum Tim Ecott hevur skrivað. 

 

Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá Dímunargarði, har tey eisini vísa á aðrar bøkur, sum høvundurin hevur skrivað um Føroyar. 

 

- Á sínum óteljandi vitjanum seinastu árini hevur Tim Ecott tikið lut í øllum arbeiði á garðinum. Hann hevur eisini verið forvitin eftir at frætta um søguna í oynni.

 

Á Dímunargarði vísa tey á, at tað hevur verið bæði hugfarsligt og áhugavert at hava Tim á vitjan.

 

- Hetta hevur eisini fingið okkum at gáa um ríku søguna, sum oyggin ber.

 

Nýggja bókin ber heitið - "Eva and the Island: Life at the Loniest Farmhouse in the World", og bókin er nú at fáa í H.N Jacobsens Bókahandli.

 

Á Dímunargarði vita tey at siga, at klokkan 16 leygardagin komandi fer Tim Ecott  at hava framløgu av bókini í Gamla Bókahandli, har hann eisini fer at signera bøkur.

 

- Undir framløguni fara Óluvá Zakariassen og Tim Ecott at skifta orð um skrivigongdina og evnir úr bókini, vita tey á Dímunargarði at siga.