Eitt rakettálop er í gongd

Borgarstjórn í Kyiv sigur, at russar í nátt leypa á høvuðsstaðin við ballistiskum rakettum

- Ukrainski høvuðsstaðurin er enn einaferð undir russiskum álopum, og spreingingar eru at hoyra í býnum.

 

Tað veit Reuters at siga í kvøld.

 

- Fólk hava hoyrt fleiri spreingingar í Kyiv, leggur Reuters aftrat.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at russar í nátt leypa á høvuðsstaðin við ballistiskum rakettum.

 

Helst verður meira at frætta um russisku álopini á grannalandið, sum náttin gongur.