Harry prinsur og Meghan hertogafrú ætla sambært bretskum miðlum at flyta aftur til Bretlands seinni í august. Mynd: Hollie Adams/Reuters/Ritzau Scanpix

Miðlar: Harry og Meghan flyta aftur til Bretlands

Børnini hjá Harry prinsi og Meghan hertogafrú eru skrivað inn í ein bretskan skúla og skulu byrja í september, skriva BBC og Sky News.

Harry prinsur og Meghan hertogafrú ætla sambært bretskum miðlum at flyta aftur til Bretlands seinni í august. Mynd: Hollie Adams/Reuters/Ritzau Scanpix

Harry prinsur og konan, Meghan hertogafrú, ætla at flyta úr USA aftur til Bretlands seinni í hesum mánaðinum.

 

Tað skriva bretsku miðlarnir BBC og Sky News sambært Ritzau.

 

Børn teirra, sjey ára gamli Archie og fimm ára gamla Lilibet, eru skrivað inn í ein bretskan skúla við skúlabyrjan í september.

 

Charles kongur varð sambært BBC kunnaður um flytiætlanirnar sunnudagin.

 

Eingin ætlan er í løtuni um, at Harry ella Meghan aftur skulu átaka sær almennar uppgávur sum arbeiðandi limir í bretska kongshúsinum.

 

Familjan skal eftir ætlan búgva í einum privatum húsum uttan fyri London. Húsini eru ikki ogn hjá kongshúsinum.

 

Harry og Meghan søgdu almennu uppgávurnar í kongshúsinum frá sær í 2020 og fluttu til Kalifornia. Avgerðin varð millum annað grundað á trýstið frá bretsku slaturpressuni og ósemjur við aðrar limir í kongshúsinum.

 

Sambandið versnaði uppaftur, tá Harry í 2023 gav út sjálvsævisøguna Spare, sum á donskum eitur Reserven. Har skrivaði hann millum annað um ein harðliga samanbrest við William prins.

 

Parið hevur eisini greitt frá sínum trupulleikum við kongshúsið í einari Netflix-røð.

 

Harry og Meghan vitjaðu í juli Charles kong og Camillu drotning. Sambært Ritzau var hetta fyrstu ferð í fýra ár, at øll familjan vitjaði kongin.

 

Hvørki Harry og Meghan ella Buckingham Palace hava sambært tíðindunum alment váttað flytingina.

 

Keldur: BBC og Sky News.

 

Harry prinsur og Meghan hertogafrú ætla sambært bretskum miðlum at flyta aftur til Bretlands seinni í august. Mynd: Hollie Adams/Reuters/Ritzau Scanpix