Leygardagin 22. mars skipa umboð fyri FSA Suðuroy (føroyskt sum annaðmál)
og Miðnámsskúlan fyri evnisdegi um integratión og arbeiðsmarknaðarinklusjón í Suðuroy. Evnisdagurin fer í stóran mun at snúgva seg um visjónir og ætlanir hjá
myndugleikum og øðrum viðkomandi áhugapørtum í Suðuroy fyri hesum øki. Vit seta sjóneykuna á, hvussu samstarv kann fást í lag millum tilflytarar,
myndugleikar, arbeiðsgevarar, og málskúla (FSA Suðuroy).
Endamál
Endamálið við evnisdegnum er at savna myndugleikar, arbeiðsgevarar, tilflytarar,
og onnur áhugaði til en dialogfund, har vit skifta orð um, hvussu vit í Suðuroy
kunnu skapa væleydnaða integratión í oynni og á arbeiðsmarknaðinum. Vit
umrøða hesir spurningar: Hvat skal til fyri at skapa javnbjóðis møguleikar fyri
allir borgarar í Suðuroy, trivnað og arbeiðsmarknaðarinklusjón? Hvørji átøk skulu til fyri at stuðla undir trivnaði, málmenning hjá tilflytarum, arbeiðsmarknaðar atgongd, og sosialari inklusjón í breiðari merking?
Málbólkur
Kommunstýrislimir, arbeiðsgevarar, tilflytarar, felagsskapir og øll, ið eru áhugað í integratión.
Hetta skrivar Suðurrás.
meira sæst her: Evnisdagur um integratión av tilflytarum og inklusjón á arbeiðsplássum í Suðuroy – Suðuroyarportalurin