Danski undirvísingarmálaráðharrin, Magnus Heunicke, fer nú undir eina skundpakka við trimum átøkum fyri at basa misnýtslu av vitlíki á gymnasialu útbúgvingunum í Danmark.
Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum hjá næmingum undir próvtøkum, so tað verður lættari at avdúka sník við vitlíki.
Samstundis verður munnligt verja innførd í sambandi við størri skrivligu uppgávuna (SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum.
– Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein hátt, ið ger, at tey missa týdningarmikla læring og evnini at hugsa sjálvstøðugt, sigur Magnus Heunicke við Ritzau.
Danske Gymnasier taka væl undir við átøkunum, men halda kortini, at tey ikki fara nóg langt. Serliga fegnast felagið um, at allir skúlar nú kunnu fáa somu skipan fyri eftirliti undir próvtøkum.
Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk.
Danska stjórnin boðar samstundis frá, at fleiri átøk eru á veg, og at ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- og útbúgvingarskipanini skal gerast.
Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur árgangur av studentum hevur havt atgongd til vitlíki gjøgnum alla sína miðnámsútbúgving. Fleiri kanningar og frágreiðingar hava í seinastuni víst á, at hetta hevur havt neiliga ávirkan á skrivligu førleikarnar hjá næmingum.











