Ungur nemur, gamal fremur.
Í fjør skipaði Skopunar kommuna fyri trolskeiði. Hetta varð sera væl umtókt og fullteknað, áðrenn vikan var av.
- Nógvir ungir menn og kvinnur fingu góða undirvísing og nógv gott í skjáttuna at hava við sær út í lívið.
Soleðis siga tey á heimasíðuni hjá Skopunar kommunu.
Ein dagin í juli vitjaðu fólk, sum starvast fyri kommununa, eisini í egningarskúrinum hjá Schønning Hentze.
Schønning, sum siglir í Grønlandi, hevur eisini útróðrarbát, og hann er óførur at rógva út, tá hann er heima.
Hesa løtu stóðu tveir fittir dreingir, átta og níggju ára gamlir, og róku um í skúrinum.
- Vit tosaðu við Schønning, sum hevur tikið upp á seg at læra hesar unglingar at rekja um.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi læt bátaeigarin væl at, og hann segði ungu dreingirnar bæði vilja læra, og so eru teir eisini arbeiðssamir.
Í vikuni, áðrenn umboð fyri Skopunar kommunu vitjaði í egningarskúrinum, høvdu eisini aðrir ungir dreingir verið og lært seg at rekja um.
- At búgva úti á bygd er eitt privilegium fyri okkara børn og ungu, og her er so nógv at læra, sum ikki kann lærast í bókunum, siga tey í kommununi.
##med2##
##med3##
##med4##














