Tá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fyrrapartin fer at avdúka innihaldið í kreppupakkanum hjá samgonguni, fer hann millum annað at boða frá, at teir, sum sigla undir donsku DIS-skipanini, fáa frið, og at samgongan fer heldur ikki at røra sjómannafrádráttin. Hesi bæði eru slept, tí fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum noktaðu at útseta avtalaðar lønarhækkingar.
Portalurin hevur frætt, at eitt, sum landsstýrismaðurin fer at toga upp úr pakkanum, er ein eykaskattur upp á tvey prosent. Hann verður lagdur á tey, sum forvinna meiri enn 400.000 krónur um árið og verður sum skilst galdandi í 2010 og 2011.
Rentufrádrátturin hevur ofta verið umrøddur í kjakinum í sambandi við kreppupakkan, og Portalurin skilir, at hann skal lækka eitt prosent um árið tey næstu fimm árini. Samstundis verða reglurnar um MVG-endurgjald í sambandi við húsabygging broyttar.