Eyvindur Mohr deyður

Hóskvøldið 2. juni andaðist Eyvindur Mohr, listamaður, á Landssjúkrahúsinum 78 ára gamal.

Eyvindur var sonur Amaliu, f. Egholm, og Einar Mohr í Havn, næstyngstur av fýra brøðrum: Lill, Heri og Tórálvur.

Eftir lokna skúlagongd lærdi hann til fínmekanikara, og royndist hann framúr góður handverkari, og hevur hann avrikað mangt handaligt listaverk.

Í fyrru giftu var Eyvindur giftur Tove Thomsen av Tvøroyri og fingu tey sonin Kára. Seinni giftist hann Ninu Nolsøe úr Vági, tey fingu døturnar Turið og Gullu.

Í ein mansaldur hevur Eyvindur livað sum listamaður burturav.