Føðingardagsvikan byrjar í dag

Vágs Kommuna heldur hesa vikuna 100 ára hald. Tað eru 100 ár síðani at Vágur gjørdist sjálvstøðug kommuna Lagt verður til brots kl. 14 við familjugudstænastu, har prestur, saman við trúboðaranum Jógvan Højgaard, skipar fyri. Beint eftir hetta verður ein drekkamuður at fáa í Missiónshúsinum.

VB/Sumba leikar á Eiðinum ímóti Skála ídag kl 14.45.

Seinni seinnapartin er handilin hjá Ellen Dahl karmur um myndaframsýning og samkomuhúsið Bethel hevur eina hugnaløtu við fyrilestri, kórsangi og drekkamunni.

Seinast á skránni ídag er siðsøguligur fyrilestur við Poul Andreasen um Vágs søgu, og við Hans í Líðini um ?í fedranna sporum?. Hetta hendir í Stóra Pakkhúsi.