Fólk leggja merki til tað tú gert

Tey flestu kenna hann sum prest í Klaksvík, har hann var átta ár í starvi. Í dag býr hann í Danmark, har hann bæði er prestur og politikari

Fyri 22 árum síðani varð tá 28 ára gamli Hans Eiler Hammer prestvígdur og byrjaði gerningin sum prestur í Norðoya vestara prestagjaldi, har hann var átta ár í starvi.

Hans Eiler Hammer greiðir frá, at tá ein er prestur í Føroyum er tað ikki lætt at fjala seg í mongdini. Fólk leggja til merkis, hvat ein ger og ikki ger, og tey hava eisini eina meining um tað.

– Tíðin sum prestur í Klaksvík og útoyggjum var bæði gevandi og avbjóðandi. Samanumtikið høvdu vit sum familja átta sera góð ár í Klaksvík. Tað er gott at líta aftur á við takksemi, sigur hann.

– Eg haldi tó, at fleiri minniast, at eg, saman við Gvøðbjørg West, tók stig til at stovna felagskapin KRIS í Føroyum – og fyri 25 árum síðani var tað óhoyrt við einum felagsskapi, sum skuldi hjálpa teimum, sum høvdu verið fyri kynsligum ágangi. Eg eri sera takksamur fyri, at felagsskapurin enn í dag hevur sama aðalmál, sigur hann hugleiðandi frá.

Men alt fær ein enda, og soleiðis var eisini við tíðini í Klaksvík. Summarið 2006 fóru Hans Eiler Hammer og familja hansara til Berlevåg í Norður Norra, har tey vóru sum prestafamilja í hálvtfimta ár.

– Tað var ein sera spennandi tíð, men vit komu til eitt deytt kirkjulið, uppgávan var møtismikil og avbjóðingarnar stóðu í kø, men saman við einum sera jaligum kirkjuráði megnaðu vit at flyta mørk, og brádliga sá fólkið kirkjunnar týdning, sigur hann.

– Men aftaná álvarsama sjúkralegu hjá elstu dóttur okkara, broyttist nógv upp á stutta tíð. Vit áttu eini hús á Nesi og valdu tí at flyta heim aftur, og dótturin skuldi undir fleiri skurðviðgerðir komandi árini. Hugurin til prestastarvið hvarv, og eg fór undir egna fyritøku við Hammer Shuttle, sum eg átti og rak, til eg seldi fyritøkuna í 2015, sigur hann frá.

Sum fráleið mentist hugurin til prestastarvið aftur, og eitt prestastarv beint uttanfyri Roskilde bleiv veruleiki. Á sumri 2016 fluttu tey tí niður til Danmarkar at búgva.

– Eg fekk eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, sum eg trívist væl í. Eg umsiti kirkjubókina og royni eftir førimuni at menna kirkjuliðið á øllum økjum. Hóast starvið mangan er krevjandi, gevur tað mær eisini møguleika at íðka ítrótt. Eg renni umleið 75-100 kilometrar hvønn mánað. Um tíð er til tað, dømi eg fleiri fótbóltsdystir og dyrki Liverpool, sigur hann lættliga.

– Sum nakað nýtt eri eg eisini farin upp í býráðspolitikk. Vit vóru trý, sum fingu tilboð um at stilla upp til kommunuvalið 2021 fyri Liberal Alliance í Roskilde. Eg veit ikki ordiliga, hví tey vildu hava meg við, men óivað er tað tí, at eg fyri mong eri eitt kent andlit her í Roskilde, og tað kann vónandi verða ein fyrimunur til eitt komandi býráðsval. Eg vænti tó ikki at koma inn, men um eg kann hjálpa teimum at fáa neyðugar atkvøður, so geri eg tað gjarna, greiðir presturin frá.

– Í løtuni havi eg ongar ætlanir um at søkja aðrar leiðir, men eg vil tó gera orðini hjá Inger Støjberg til míni og enda við at siga “Dagin í morgin veist tú einki um”, sigur hann