Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Nú fólkatingsval er fyri durum, og valevnini úr øllum flokkunum bjóða seg fram, við teimum bestu loysnunum fyri okkara kæra Føroya land, og ivist eg ikki í, at øll vilja tað besta.
Eg havi lagt merki til, at nógv verður tosað um ES.
Út frá míni persónligu meining er ES nakað, sum vit ikki skulu blíva partur av, men heldur royna at gera avtalur. Sum limir høvdu vit mist allan okkara identitet.
Um so verður, at ein ES grundlóg verður til endans, so má henda undir ongum umstøðum trýstast yvir høvdið á okkum.
Føroyar eiga og skulu verða uttan fyri ES.
Farið á val og velji eitt av valevnum hjá Javnaðarflokkinum.