Føroya skjótasti svimjari vil vera trúboðari

22 ára gamli Kristian Olsen úr Klaksvík eigur føroyskt met í 50 og 100 metrar frísvimjing. Hann venur 21,5 tímar um vikuna. – Eg eri um at fáa stress. Um eg skal halda áfram at gerast betri, má eg fáa stuðlar, so at eg kann arbeiða minni, sigur Kristian, sum arbeiðir hjá Norðhús. Kristian gongur á møti í Betesda, og hann hevur leingi ynskt at verða trúboðari

Kristian Olsen úr Klaksvík hevur júst sligið metið í 50 metrar frísvimjing, sum hevur staðið síðani 1997. Hann svam teinin á 23,97 sekund, og er hann fyrsti føroyski svimjarin at fara undir 24 sekund. Í fjør fekk hann eisini met í 100 metrar frí.

- Eg havi stríðst fyri at klára hesi metini. Eg venji 21,5 tímar um vikuna, so tað krevur nógv at svimja á høgum støði, sigur Kristian.

Hann byrjaði at svimja sum fimm ára gamal, tá ið eldra systurin, sum tá var sjey ár, tók hann við í svimjihøllina.

- Eg havi svomið so leingi, sum eg kann minnast. Eg havi eisini spælt fótbólt, hondbólt og róð kapp. Svimjingin hevur tó altíð verið nummar eitt, og sum 16 ára gamal gjørdi eg av at venja veruliga miðvíst, sigur Kristian.

 

Venur hart

Kristian hevur lært hjá Norðhús og varð útlærdur í fjør. Hann arbeiðir frá 8 – 16, og restin av degnum fer til venjing.

- Eg venji um 21,5 tímar um vikuna. Summar dagar svimja vit klokkan 5.30 um morgunin og verða lidnir klokkan 7.15. Síðani er tað til arbeiðis, og klokkan 16 fara vit í Ídni at venja styrkisvenjing. Klokkan 17.30 til 19.30 svimja vit aftur, so tað er ein langur dagur, sigur Kristian við einum smíli.

Hann viðurkennir, at tað er hart at venja so nógv, og hann hevur ikki nógva frítíð.

- Eg eri um at fáa stress. Eg eigi at fara í song klokkan 21, men eg tími ikki í song ein tíma aftaná, eg eri komin heim. Eg fari sum oftast í song eitt sindur yvir midnátt, og eg fái tí ov lítið svøvn, sigur Kristian og slær fast, at hann ikki kann halda fram soleiðis leingi afturat.

- Um eg ikki fái stuðlar, má eg slakka av við venjingini, tí at annars bukki eg undir fyri stress. Nevndin í Ægir roynir at skaffa stuðlar, og so nú má tíðin vísa, hvat tað verður til. Tað hevði verið gott, um eg til dømis hevði kunnað stytt arbeiðsdagin tveir tímar, so at eg fekk tíð til at hvíla. Tað er ein fortreyt fyri, at eg kann gerast betri, sigur Kristian.

 

Einstaklingaítróttin vegurin fram

Kristian vísir á, at einstaklingaítróttin er vegurin fram, um føroyingar skulu gera seg galdandi í heimshøpi.

- Vit mugu hyggja eitt sindur burtur frá fóbóltinum, tí at vit eru ov fá til at gera okkum galdandi í liðítrótti. Um allir pengarnir í fótbóltinum vórðu brúktir til svimjing og annað, høvdu vit kunnað rokkið langt. Hugsa til dømis um talv og tað positiva umtalu tað hevur givið Føroyum, sigur Kristian og heldur fram:

- Eg venji 10 ferðir um vikuna. Fótbóltsleikarar venja 4 ferðir um vikuna, og summir av teimum fáa mestsum fulltíðarløn. Tað kann sjálvandi vera eitt stórt trýst at stuðla einum einstaklingi, tí at eg kann jú gerast skaddur. Men vit mugu til at hugsa øðrvísi, um vit skulu gera okkum galdandi, sigur Kristian.

 

Vil vera trúboðari

Í fjør tók Kristian ein steðg frá svimjingini og fór at arbeiða hjá Hans Arna, sum er trúboðari í Afrika.

- Tað var eitt gott upplivilsi at vera í Afrika. Líka síðani eg var 10 ára gamal, havi eg kent meg kallaðan til at vera trúboðara. Men tað er sjálvandi torført at fara burtur frá øllum. Eg eri eisini stakur, so eg havi ongan at fara við. Men eg hevði ynskt at verið trúboðari, men nú má tíðin vísa, hvat tað verður til. Um eg varð kallaður nú, hevði eg farið avstað. So má svimjing vera svimjing, sigur Kristian, sum gongur í Betesda.

- Eg royni at vera á ungdómsmøti og til mikukvøldsmøti. Eg havi tó ikki verið so raskur í seinastuni, tí at eg havi verið so troyttur, sigur ein erligur Kristian.

- Trúgvin á Jesus hevur nógv at siga fyri meg, slær Kristian fast.

 

Græt av gleði

Tað var sjálvandi eitt stórt stig og ein góð kensla hjá Kristiani at klára metini í 50 og 100 metrar frí.

- Eg fór at gráta báðu ferð, eftir at eg hevði betrað um metini. Eg eri sera sárbærur, og eg fari heilt vist eisini at gráta av gleði, um eg vinni á Oyggjaleikunum í summar, sigur hann.

Málið hjá honum er at vinna gull á Oyggjaleikunum.

- Tað eru ikki nóg nógvar avbjóðingar, men tað er eitt stórt stig rætta vegin, at vit fara at luttaka til HM og EM. Annars kann eg royna at klára danska metið í 50 metrar frí, men so skal eg betra mína tíð við einum heilum sekundi, sigur Kristian.

 

Svimjing er ósosialt

- Eg eri helst ov gamal til at fara uttanlands at royna meg. Eg eri eisini alt ov ”lokalur” til at rýma. Men eg vil fegin hjálpa yngri svimjarum til at klára langt innan svimjing. Eg fekk kanska mítt gjøgnumbrot ov seint, tí at avbjóðingarnar vóru ikki nóg stórar, og eg byrjaði ikki at venja miðvíst, fyrr enn eg var 16 ára gamal.

- Trupulleikin er, at tú mást eisini hava eitt arbeiði við síðuna av, og so fært tú ikki vant nóg mikið.

Kristian visir á, at tað er hart at svimja og til tíðir sera óinteresant.

- Eg havi eisini spælt fótbólt, og svimjing er nógv harðari og eisini óinteresant til tíðir. Tú venur einsamallur, so tað er ikki serliga sosialt. Í fótbólti ert tú saman við nógvum undir venjing, og í so máta er tað nógv stuttligari, sigur Kristian, sum tó ætlar at kappast móti sær sjálvum fyri at betra enn meira um sínar tíðir.

 

Skal trúgva á seg sjálvan

Kristian hevur verið nógv frammi í miðlunum, og tað var eisini skipað fyri móttøku í samband við, at hann betraði um metið í 50 metrar frí.

Kristian er errin av tí, sum hann hevur klárað, men hann er eisini eitt sindur flovur av øllum tí, sum verður gjørt burturúr.

- Tað er eitt sindur flovisligt, at so nógv verður gjørt burturúr mær. Men eg eri sjálvandi eisini errin av tí, sum eg havi megnað, sigur Kristian, sum hevur upplivað, at fólk eru ørg um, at hansara persónur skal fáa so nógv ansni.

- Summi fólk eru ørg um, at eg skuldi fáa eina móttøku og tílíkt, og tey halda meg vera stoltan í mær sjálvum. Ein svimjari skal trúgva uppá seg sjálvan og vera egoistiskur fyri at gerast betri. Men tær nýtist ikki at vera stoltur í tær sjálvum fyri tað. Tað er munur á, sigur Kristian og heldur fram

- Eg síggi ikki nakað stórt í mær sjálvum. Eg eri einans eitt menniskja sum øll onnur. Eg dugi bara eitt sindur betri at at svimja enn tey flestu. Onnur duga okkurt annað, sum eg ikki dugi, sigur Kristian Olsen at enda

 

 

Myndatekstur:

- Um eg ikki fái stuðlar, má eg slakka av við venjingini, tí at annars bukki eg undir fyri stress. Tað hevði verið gott, um eg til dømis hevði kunnað stytt arbeiðsdagin tveir tímar, so at eg fekk tíð til at hvíla, sigur Kristian Olsen

Mynd: Høgni Thomsen

 

Kristian um Champions League finaluna

- Eg hyggi nógv at fótbólti í sjónvarpinum. Eg haldi við Liverpool, og eg vænti, at teir fara at vinna Champions League finaluna í ár. Liverpool hava verið so mikið góðir í Champions League í ár, og tí vænti eg, at teir vinna. AC Milan vóru óhugnaliga góðir móti Manchester United, men eg vænti at Liverpool fer at klára teir

 

Kristian um KÍ

- Tað hevur gingið sera illa hjá KÍ. Eg haldi sjálvur, at venjarin hevur lagt skeivan taktikk. KÍ er ofta komið framum, men teir hava lagt seg ov langt aftur og hava lovað hinum liðnum við í dystin. Eg havi ikki tímað at goldið fyri at síggja KÍ í seinastuni, tí at teir hava spælt so illa

 

Kristian um politikk

- Eg haldi, at vit skulu hava loysing, men eg veit ikki uppá hvønn máta, tað skal gerast. Eg var tjóðveldismaður inntil €266b. Nú verður tað helst Miðflokkurin og Karsten Hansen í staðin. Eg haldi, at Jenis er eitt sindur býtissligur av og á, men Miðflokkurin umboðar best tað, sum eg standi fyri

 

Kristian um føroyskan mat

- Mær dámar sera væl føroyskan mat. Serliga grind og ræst kjøt. Størsta frítíðarítrivið hjá mær er at fara í grind. Tá ið grind er, verður alt annað lagt til síðis. Pápi er útróðrarmaður, so vit eta nógvan fisk og eisini annan føroyskan mat

 

Fakta

Kristian Olsen

Føddur 6. mars 1985

Foreldrini eita Henny og Óli Karl Olsen

Systkini eita Margith, Sára og Martin

Stakur

Arbeiðir hjá Norðhús

Føroyskt met í 50 metra frísvimjing og 100 metra frísvimjing