Sumba:“Akrar verður broytt til Agrar”, skjýtur nevndin upp. Men hetta eru fólk har suðuri hvørki samd í ella fegin um.
- Er nøkur orsøk at broyta hetta navnið? Tað er púra meiningsleyst, at Akrar nú knappliga skal skrivast við G!
So avgjørdur er borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Niclas Hentze, til tilmælið frá serstøku nevndini.
Nevndin hevur í arbeiðinum kannað tað málsliga grundarlagið undir verandi skipan. Millum tey 13 bygdanøvnini, sum eru viðgjørd, er Akrar eitt teirra.
Fyri hann kemur tað púrasta óvart á, at henda bygdin í framtíðini skal skrivast Agrar og ikki Akrar, sum vanligt hevur verið.
- Eg eri sannførdur um, at spurdi nevndin fólkið her um navnið, so var eingin ivi um, at fólkið vildi halda fast við navnið sum er í dag.
- Øll siga Akrar við K, og eg haldi eisini, at vit skulu halda fast við tað!, slær Niclas fast.
Skemt
Nevndin, sum hevur gjørt tilmælið hevur arbeitt síðani í februar mánaði í ár. Tey hava millum annað viðgjørt skriv frá persónum og lokalum myndugleikum.
Sum ein part av arbeiðinum sendu tey skriv út til nøkur øki at spyrja um ávís bygdanøvn. Millum hesar myndugleikarnar var Sumbiar kommuna, har Akrar eisini eru partur av.
Sjálvur minnist Niclas væl, at tey í bygdaráðnum fingu eitt skriv frá nevndini, har bygdarnavnið Akrar varð umrøtt.
Tey í kommununi hildu kortini lítið um skrivið og ætlanina at broyta navnið til Agrar, og tey svaraðu í roynd og veru heldur ikki aftur uppá tað.
- Faktiskt hildu vit, at hetta mátti vera skemt, sigur Niclas.
Altíð sagt Lamba
Hinvegin er starvsfelagi hansara í Runavík, Hans Jacob Lamhauge sera fegin um tilmælið frá nevndini.
Í Runavíkar kommunu verða eftir ætlan broytingar gjørdar í navninum á trimum bygdum – Lambi, Skáli og Skálabotnur ella Skálafjørður.
Sambært uppskotinum koma hesar tríggjar bygdirnar í framtíðini at eita Lamba, Skála og í Skálafirði.
Hetta fegnast borgarstjórin í Runavík um. Serliga við navninum Lamba, har hann sjálvur býr:
- Hatta við i’inum í Lamba, tað hevur ongatíð rættiliga fangað her inni. Fólk hava ongatíð sagt Lambi, men altíð Lamba.
- Og tí er tað sera gott, at ein nú fer at halda fast við tað navnið, sigur Hans J. Lamhauge.
Forsvara navnið
Hóast tað er ein nevnd við fimm fólkum, sum hevur gjørt hetta tilmæli, so hevur borgarstjórin í Runavík tó hug at vísa til ein mann, sum veruliga hevur stríðst fyri hesum sama – Símun Nónklett í Saltangará.
Hesin hevur í samfull trý ár stríðst fyri hesum sama – millum annað at Lambi skuldi eita Lamba, og at Hellur skuldi eita Hellurnar.
Hann var eisini at síggja í einum innslagi í Degi & Viku í februar mánaði, har hann greiddi frá arbeiði sínum at fáa tey røttu bygdanøvnini aftur til hansara øki.
Hans Jacob er vitandi um, at Símun hevur tosað við allar hugsandi myndugleikar, og nú er so líkt til at arbeiði hansara hevur borið ávøkstur.
- Eg taki fult undir við tí arbeiðinum, sum Símun hevur gjørt: Eg haldi ikki, at ein knappliga skal broyta eitt bygdarnavn, sum hevur verið til allar tíðir og har eingin minnist annað navn enn Lamba.
- Kann ein bygdarnavn forsvarast í teirri málsligu bendingini, so eigur ein at brúka tað navnið, sum fólkið brúkar, sigur Hans J. Lamhauge.
Málfrøði og verkfrøði tosa saman
Í februar setti Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki eina 5-mannanevnd í samráð við rektaran á Fróðskaparsetrinum.
Endamálið við arbeiðinum var at endurskoða bygdanøvnini og møguliga onkur onnur nøvn, ið standa á kunningarskeltum hjá Landsverki á landsvegunum kring landið.
Arbeiðssetningurin skuldi vera at kanna málsliga grundarlagið undir skipanini við bygdanøvnunum. Greiða skuldi fáast á, um skipanin var nóg góð ella um hon skuldi skal broytast.
Í nevndina vórðu vald Finnleif Durhuus sum umboð fyri Landsverk, Jógvan í Lon Jacobsen, Kristin Magnussen og Eivind Weyhe sum umboð fyri málfrøðina á Fróðskaparsetrinum og Ólavur Clementsen sum umboð fyri almenningin. Eivind Weyhe varð tilnevndur formaður.
Nevndin hevur havt seks fundir, har øll bygdanøvnini er gjøgnumgingin og viðgjørd.
Álit
viðvíkjandi navnaformum á vegskeltum hjá Landsverki
Í februar 2007 setti stjórin á Landsverki í samráð við rektaran á Fróðskaparsetrinum
eina 5-mannanevnd at endurskoða bygdarnøvnini og møguliga onkur onnur nøvn, ið
standa á kunningarskeltum hjá Landsverki á landsvegunum kring landið. Í nevndina
vórðu vald Finnleif Durhuus sum umboð fyri Landsverk, Jógvan í Lon Jacobsen,
Kristin Magnussen og Eivind Weyhe sum umboð fyri málfrøðina á
Fróðskaparsetrinum og Ólavur Clementsen sum umboð fyri almenningin. Eivind
Weyhe varð tilnevndur formaður. Arbeiðssetningurin skuldi vera at kanna málsliga
grundarlagið undir verandi skipan, um hon er nóg góð ella skal broytast.
Nevndin hevur havt einar seks fundir, har nøvnini hava verið gjøgnumgingin og
viðgjørd. Av tilfari, sum nevndin fekk útflýggjað á fyrsta fundinum, kann nevnast
føroyakort í kortmátinum 1:100 000, myndir av vegskeltum úr øllum landinum og
skriv frá persónum og lokalum myndugleikum við ynskjum um broytingar.
Nýggj føroysk bygdanøvn
Nevndin kemur við fylgjandi tilmælum:
Akrar verður broytt til Agrar
Áir - Við Áir
Ánir - Ánirnar
Famjin - Fámjin
Haldarsvík - Haldórsvík
Hellur - Hellurnar
Kolbanargjógv - Kolbeinagjógv
Lambi - Lamba
Norðskáli - Norðskála
Skálabotnur/Skálafjørður - Í Skálafirði
Skáli - Skála
Øravík - Ørðavík
Øravíkarlíð ” Ørðavíkarlíð