Onglandsvitjan
Jan Müller
London: 13 ár eftir at Bárður Nielsen sum næmingur á Handilsskúlanum var á lestrarferð á forkunnugu oynni Man, vitjaði hann nú aftur á oynni. Hesaferð tó sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Týsdagin vitjaði Bárður Nielsen saman við aðalstjórunum í Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum á Isle of Man. Serstkaliga fyri at fáa innlit í, hvussu tað hevur eydnast Man-búgvunum at fjøltátta og laga búskapin til nýggjar avbjóðingar.
- Tað var ótrúliga áhugavert at síggja, hvussu væl tey hava klárað at fjøltátta sín búskap. Frá tí tey fóru frá at vera eitt sjó- og fiskivinnusamfelag og eisini við ferðavinnu, til at byggja samfelagið á banka- og tryggingarvirksemi.
Nú er tað virksermið so stórt, at tað ber ikki til at fjøltátta tað meira. Og tí eru manbúgvar nú farnir inn í filmsídnaðin, og teir liggja alla tíðina framvið at finna nýggjar vinnur.
Bárður Nielsen sigur, at tað sjálvandi kunnu vit læra av teimum, men ikki uttan víðari, tí umstøðurnar eru so ymiskar.
Eitt nú er sera tætt samskifti millum vinnuna og politiskar avgerðir.
- Sambært tí politisku skipan vit hava í Føroyum í dag, so hevði ikki borið so væl til at kopierað Man-modellið uttan víðari. Vit royna at hava greiðan skilna millum politikk og vinnulív, og tað er ikki í samsvar við tað, sum hendir á Man, har tey ikki eru bangin fyri at hava tætt samskifti við vinnuna. Har stuðlar politiska skipanin vinnulívinum peningaliga og við at fáa nýggja vitan til vega.
Nú Bárður Nielsen vitjar aftur á oynni sum politikkari viðgongur hann, at málini man setti sær í 70'unum, tá støðan ikki var so góð - nevnliga at fjøltátta búskapin - eru rokkin.
- Eg trúgvi, at tað er her, føroyingar hava nakað at læra. At vera eins málrættaðir sum Man-búgvar. Men teirra politiska skipan liggur so langt frá okkara, at tað verður ringt at kopiera nakað beinleiðis frá teimum.
- Man virkar tá meira sum eitt forrætningsminesterium enn nakað annað.
Mynd:
Bárður Nielsen saman við Petur Alberg Lamhauge og Arna Poulsen á vitjan hjá vinnumálaráðharranum á Man