Føroyar sjónligari

-Fyri nógv donsk virkir hava Føroyar verið at samanborið við Bornholm ella aðrar danskar oyggjar. Men tann framburður, ið er hendur her á landi, og viljin til sjálvbjargni, hevur gjørt, at danskar fyritøkur eru farnar at hyggja at Føroyum við øðrum eygum. Hetta við oljuni, at vit fingu undirgrundina, og at markið við Stórabretland nú er greitt, hevur gjørt, at Føroyar eru blivnar sjónligari sigur Hjarnar Djurhuus, fyrrv. Shellstjóri, sum hitti danska stórvinnulívsmannin Mærsk Mc-Kinney Møller herfyri

.

Tá Mærsk Mc-Kinney Møller vitjaði í Føroyum í farnu viku, vitjaði hann bæði í Vágum, í Havn og á Tvøroyri. Í Havn var døgurði fyri innbodnum á Hotel Hafnia. Millum gestirnar var fyrrverandi stjórin í Føroya Shell, Hjarnar Djurhuus.

Vit spurdu Hjarnar Djurhuus, hvussu tað var at hitta mætasta vinnulívsmann í Danmark, ja, kanska í heiminum.

Hjarnar sigur, at bæði vitjanin og døgurðin hjá Mærsk Mc-Kinney Møller vóru privat, so tað er avmarkað, hvat hann hevur at viðmerkja.

- Hetta er fyrstu ferð eg havi hitt Mærsk Mc-Kinney Møller, men sjálvandi hevur tú gjørt tær eina mynd av hesum dugnaliga manni, partvís frá tí, tú hevur lisið um hann, men eisini frá kenningum, ið hava staðið og standa honum nær. Í grundini passaði myndin. Hann er ein stór persónligheit, ið er sera áhugaverdur at skifta orð við.

Hjarnar Djurhuus heldur eisini, at Mærsk Mc-Kinney Møller kendi seg væl her í Føroyum.

- Okkara nattúrligi máti at vera yvirfyri tí fremmanda ger, at tann vitjandi kennir seg væl. Hjarnar Djurhuus sigur, at Mærsk Mc-Kinney Møller hevur eitt ótrúliga gott minni, var bæði vinsælur og skemtingarsamur at vera saman við. Á samkomuni á Hotel Hafnia tosaði Mærsk Mc-Kinney Møller um tað samband, pápi hansara hevði havt við Føroyar, hansara íløgur í fiskiskip, sum ongantíð høvdu givið nakað fíggjarligt avkast, og sum uttan iva vóru gjørd meira fyri at skapa arbeiði og arbeiðspláss enn fíggjarligan vinning. Hann minti eisini á tað samstarv, ið hevði verið ímillum Føroyar og fyritøkuna A. P. Møller og allar teir føroyingar, ið gjøgnum árini høvdu verið í vinnu hjá fyritøkuni, og at man altíð havði havt stórt álit á hesum monnum. Eisini varð tosað um sjómansskúlarnar her í Føroyum.

Mærsk Mc-Kinney Møller kærdi seg um, at henda vitjan ikki var komin í lag fyri nógvum árum síðani.


Føroyar sjónligari

- Heldur tú, at Mærsk Mc-Kinney Møller eftir hesa vitjan fer at hugsa um at gera íløgur í Føroyum?

- Eg haldi, at fyri nógv donsk virkir hava Føroyar verið at samanborið við Bornholm ella aðrar danskar oyggjar. Men tann framburður, ið er hendur her á landi, og viljin til sjálvbjargni, hevur gjørt, at danskar fyritøkur eru farnar at hyggja at Føroyum við øðrum eygum. Hetta við oljuni, at vit fingu undirgrundina, og at markið við Stórabretland nú er greitt, hevur gjørt, at Føroyar eru blivnar sjónligari.

Hjarnar Djurhuus heldur eisini, at tann útviklingur, sum hevur verið seinastu árini í samband við vónirnar um eina komandi oljuvinnu, og at fleiri av heimsins størstu oljufeløgum hava sent síni fremstu fólk til Føroyar, hevur verið við til at skapa øðrvísi virðing fyri hesum samfelagnum.

Hjarnar Djurhuus leggur í hesum viðfangi dent á tað dygdararbeiði, okkara oljufyrisiting hevur gjørt.

Vit spurdu Hjarnar Djurhuus, sum í dag umboðar bólkin, sum Shell og B P eru í á Føroyaøkinum, um hann fegin sær eina fyritøku sum A. P. Møller blíva meira virkna í Føroyum. Hann sigur, at tað heldur hann vera í lagi, men leggur afturat, sum hann tekur til, at løgmaður plagar at siga í samband við oljuvinnu, at hetta sjálvandi skal vera á jøvnum føti við onnur virki, ið ætla at gera íløgur í Føroyum.


Drelnes

Vit spurdu eisini Hjarnar Djurhuus, hvussu tað bar til, at eitt so stórt virki sum A.P. Møller, og sum vanliga hugsar um, hvat lønar seg, velur Drelnes til útgerðarhavn heldur enn havnir í miðstaðarøkinum, sum kanska máttu verið meira lønandi.

Hjarnar Djurhuus sigur, at fólk frá dótturfelag hjá A.P. Møller hava kannað umstøðurnar og sær vitandi er orsøkin til, at Drelnes bleiv valt, at her er stórt og slætt uppland, ið er eitt høvuðskrav til eina útgerðarhavn, og at Drelnes liggur best fyri í samband við eina komandi oljuvinnu. Sjálvur heldur hann, at tað hevur týdning fyri okkara samfelag, at fíggjarligt virksemi er so víða um sum møguligt, og ein størri íløga t.d. í Suðuroy hevur ikki bert týdning fyri oynna, men fyri alt tað føroyska samfelagið.