Føroyar til sølu

Í hesi vikuni kom aftur ein bók út, av tí slagnum, sum skal læra okkum føroyingar at húsast í einum sjálvstøðugum ríki. Hesaferð vóru tað Ný Sælendingar, sum vistu best, hvussu hetta skuldi gerast.

Niðurstøðan í bókini er heilt einføld. Vit mugu fyrst av øllum sleppa okkum av við almennu skuldina, við at selja almennar ognir, um føroyska samfelagið skal klára seg sum sjálvstøðugt ríki.

Føroya Banki, Atlantsflog, Føroya Tele og mangt annað, skal á sølulista.

Síðani skulu vit millum annað gera tað lættari hjá útlendskum kapitali, at keypa seg inn í føroysk partafeløg.

Alt hetta verður, sambært Caragata álitinum neyðugt, um vit skulu fóta okkum búskaparliga, uttan ríkisstuðul úr Danmark.


Hvør keypir?

Ein kann ikki lata verða við at spyrja seg sjálvan, hvør ið kann hugsast at vilja keypa hesar ognir, tí fyri at kunna selja, má eisini onkur keypari vera.

Einasti hugsandi keyparin av Atlantsflog, er kappingarneytin Maersk air. Tað fyrsta, sum hendir, eftir at hesin handil er gjørdur, er at føroyska flogfarið verður tikið úr flúgving. Harvið er kappingin burtur, og Maersk kann seta sínar egnu prísir á ferðaseðlarnar.

Síðani kann til dømis Tele Danmark keypa Føroya Tele ? og hvør veit ? kanska liggur Den Danske Bank aftur framvið, tá Føroya Banki verður seldur?

Prísurin fyri tað sonevnda ?evsta vald? verður millum annað, at almennar ognir í Føroyum mugu seljast, hvør eftir aðra. Í veruleikanum fáa føroyingar minni og minni reelt vald. Og fáa vit eina nýggja búskaparkreppu, so eiga almennu Føroyar hvørki pening ella aðrar ognir, at standa ímóti við.


Ikki neyðugt at loysa

Tað áhugaverda við Caragata álitinum er, at øll tiltøkini, ið verða nevnd í álitinum, kunnu saktans verða sett í verk, meðan vit eru partur av danska ríkinum. Tað er als ikki neyðugt at loysa frá Danmark, fyri at føra ein stramman búskaparpolitikk. Men loysa vit, so noyðast vit - um vit vilja tað ella ikki - at seta hørð tiltøk í verk, ið koma at raka mong.

Vit hava sostatt nógv størri frælsi í ríkisfelagsskapinum, enn vit fáa, eftir eina møguliga loysing.

Neyvan verður tað stuttligt hjá okkara eftirkomarum at ásanna, av vit sum í dag liva (teirra forfedrar), seldu alt undan okkum. ? Ja ein kann spyrja: er hetta alternativið?


Heðin Mortensen