Um so er, at Skráseting Føroya hevur svikið í sínum eftirliti við Eik Grunninum, so má ábyrgd staðfestast og avleiðingar takast, heldur Edmund Joensen, løgtingsmaður Løgtings- og fólkatingsmaðurin fyri Sambandsflokkin Edmund Joensen hevur í dag sett landsstýrismanninum í vinnumálum fýra spurningar.
Spurningarnir verða settir í sambandi við, at Skráseting Føroya sum eftirlitsmyndugleiki tann 9. mars gav Eik Grunninum loyvi til at lata Eik Banka kapital, so lógarkravdi solvensurin altíð skuldi vera í lagi.
Dimmalætting hevur avdúkað, at føroyski eftirlitsmyndugleikin ikki frammanundan kannaði fíggjarligu støðuna í Eik Grunninum, ið var alt annað enn góð, og tað er ein merkisverd upplýsing, heldur Edmund Joensen.
- Um upplýsingarnar í Dimmalætting eru eftirfarandi, so er talan um eitt sera álvarsligt mál, ið má kannast til botns. Vit kunnu als ikki liva við, at føroyska eftirlitið við grunnum forsømir eftirlitsskylduna, sigur Edmund Joensen.