Tað eru uml.1000 føroyingar á hægri lærustovnum í Danmark í løtuni. Umframt fleiri túsund útisetar, ið ganga í skúla ella arbeiða. Vit vita at øll hesi fólk eru bæði væl umtókt, dugnalig og framfýsin.
Vit skulu gera nógv meira fyri at skipa eitt gott samband við tey. Ikki kroysta ella hótta – tí longslulin má spretta úr egnum barmi. Men lurta. Lurta eftir teirra dreymum og teirra tilboðum at taka lut í okkara felags menning.
Vit vita, at ein av størstu trupulleikum okkara er, at ferðasambandið millum Føroyar og umheimin er so sera dýrt. Hetta er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin fer at viðgera í næstum, við tí endamáli at finna fram til skipanir, ið binda Føroya fólk saman, eisini tey, sum ikki búgva her beint nú.
Eitt annað vandamál eru kostnaðarmiklu bústaðarmøguleikarnir.Við einari broyttari skipan fyri Húsalánsgrunnin, skal tað gerast lættari at seta búgv í Føroyum, annaðhvørt í leiguíbúð ella í lutaíbúð.
Sum fólkatingsumboð fyri allar føroyingar, vil eg gera alt, sum stendur í mínari makt at byggja upp hetta lívsneyða samband og birta tær kenslur, sum eru ein fyritreyt fyri góðum samstarvi.