Føroyskt ílegufelag skal kanna fyri covid-19 í Nuuk

Føroyska ílegufelagið Amplexa Genetics A/S, sum dagliga er staðsett i Odense, hevur gjørt sáttmála við landslæknan í Grønlandi um at seta á stovn rannsóknarstovu at kanna fyri Covid 19 í Nuuk

Tað hevur higartil ikki verið møguligt at gjørt Covid 19 kanningar í Grønlandi, og tiknu royndirnar eru tískil sendar av landinum til Statens Serum Institut i Keypmannahavn til útgreining. Nú tiknu royndirnar verða kannaðar av Amplexa Genetics í Nuuk, ferð tað at gera, at heilsumyndugleikarnir fáa munandi skjótari svar upp á úrslitið, skrivar Amplexa Genetics í tíðindaskrivi.

Fyrst í komandi viku sendir Amplexa Genetics kanningarútgerð og manning til Nuuk. Møguleiki verður at gera umleið 100 -150 royndir um dagin. Møguleiki er eisini at økja um kanningarnar. Allar kanningarnar skulu útgreinast í Nuuk, og myndugleikarnir kunnu vænta svar innan 1-2 døgn eftir at Amplexa hevur fingið royndina. Tað er landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum stendur á odda fyri at samskipað verkætlanina.

– Koronasáttin hevur breitt seg um allan heimin og hevur havt stórar avleiðingar fyri samfeløgini. Vit vilja fegin nýta okkara servitan og síggja framm til at loysa uppgávuna i Grønlandi. Vit eru fegin um at kunna hjálpa mynduleikunum við analysum, so at teir kunnu taka røttu avgerðirnar fyri at niðurberja hesa saóttina, sigur Hans Atli Dahl, tekniskur stjóri á Amplexa Genetics.


Um Amplexa Genetics

Amplexa Genetics er stovnað í 2006 og er harvið ein av heimsins elstu privatu klinisku ílegu-starvstovunum.

Amplexa Genetics er eitt føroyskt ílegufelag, við Framtaksgrunni Føroya og Norðoya ìlegufelag sum høvuðseigarar. Dagliga virksemi er í Odense, har felagið hevur fingið sær serkunnleika í at gera kliniskar genetiskar kanningar til heilsuøkið. Kanningarnar verða nú eisini gjørdar av Covid-19.

Servitanin er innan klinisk genetikk og analysurnar verða serliga nýttar á heilsuøkinum til diagnostik og geva møguleika fyri málrættaðari viðgerð, sonevndari “persónlagari viðgerð” (Precision medicin). Felagið veitir eisini fyribyrgjandi kanningar til einstaklingar/familjur.

Felagið leggur seg eftir at veita kanningarúrslit av høgari góðsku og at miðla hesi torgreiddu úrslitini í lættskiljandi greiningarfrágreiðingum.